Spanska arbeiðsloysið minkaði eitt vet í desember. Arbeiðsmarknaðaráðið í Madrid sigur, at síðst í desember vóru 59.000 færri arbeiðsleys enn ein mánað frammanundan.
Hetta er fyrstu ferð í fimm mánaðir, at tey arbeiðsleysu eru vorðin færri í tali. Men tað er langt á mál, tí næstan 4,9 milliónir spaniumenn eru arbeiðsleysir, og talið vaks meiri enn 9 prosent í 2012.
Búskaparfrøðingarnir hjá stjórnini í Madrid siga, at arbeiðsloysið verður 23,3 prosent í ár.