Færri ferðafólk triðja mánað á rað

Aftur í november, triðja mánað á rað, er ferðafólkatalið um flogvøllin í Vágum nakað minni enn sama mánaða í fjør

Í november í ár fóru og komu 8.936 ferðafólk um floghavnina. Hetta er ein afturgongd uppá 3,6% í mun til november í fjør, tá 9.269 fóru og komu um floghavnina. Í november hevur afturgongdin verið á øllum leiðum uttan Bretlandsleiðini ? tvs. leiðin til og úr Aberdeen. Her hevur framgongdin verið 59,3%.
Stóri vøksturin í ferðafólkatalinum fyrr í ár ger tó, at samlaða ferðafólkatalið higartil í ár er størri enn sama tíðarskeið í fjør. Frá januar til november eru íalt 153.073 farin og komin um floghavnina. Hetta er 3,8% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 147.499.
Fráferðirnar og komurnar hava somuleiðis verið færri í november í ár í mun til í fjør. Íalt eru 396 flogfør komin og farin í mun til 424 flogfør sama tíðarskeið í fjør. Hettar svarar til eina afturgongd uppá 6,6%. Í tíðarskeiðnum januar til november á ár eru tilsamans 4.884 flogfør komin og farin í mun til 4.900 sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ein lítil afturgongd uppá 0,3%.
Flutningur av luftgóðsi er í november í ár øktur við 25,1% frá 28,3 tonsum til 35,4 tons. Fyrstu 10 mánaðarnar í ár var mongdin av luftgóðsi økt við 6,6% frá 323,1 tonsum til 344,3 tons. Luftposturin er framvegis nakað minni í ár. Fyrstu 10 mánaðarnar er luftposturin minkaður við 4,1% til 547,5 tons.