Av teimum samlaðu ferðsluóhappunum á vegakervinum í 1997 hendu 25% á landsvegunum; hetta er ein minking uppá 2% í mun til 1996, stendur í ársfrágreiðingini hjá Landsverkfrøðinginum fyri 1997.
Verða ferðsluóhappini sammett í mun til ferðsluarbeiðið sæst, at í 1996 hendu fyri hvørjar koyrdar mió. akfarskilometur 2,3 óhapp, meðan sama lutfallið í 1997 er 1,9. Av hesum sæst, at í mun til ferðsluarbeiðið hendu 17 % færri ferðsuóhapp á landsvegunum í 1997 enn í 1996.
Av óhappunum við persónsskaða hendu 45 % á landsvegunum, og er hetta ein øking uppá 4% í mun til 1996.
Flest í Eysturoynni
Í fjør vóru 264 ferðsluóhapp á landsvegunum í Føroyum, seks fólk doyðu, harav tvey á landsvegunum. Flestu óhappini vóru í Eysturoynni, nevniliga 97 og av teim 97 fingu 17 skaða, harav eitt fólk doyði. Rúsdrekka var orsøkin til 8 óhapp og í øllum var persónligum skaði.
Á Streymoynni vóru 91 ferðsluóhapp, 17 fólk fingu skaða í ferðsluni og eitt fólk doyði. Rúsdrekka var orsøkin til fýra óhapp og eitt fólk fekk skaða. Í Suðuroynni hendu 37 óhapp, fimm fólk fingu skaða, í Sandoynni hendu 6 óhapp, í Vágum 11, eitt fólk fekk skaða og í Norðoyggjum hendu 22 óhapp og tvey fólk fingu skaða. Rúsdrekka var orsøkin til fimm óhapp í Norðoyggjum, og eitt fólk fekk skaða.
Flestu seyðirnir, sum doyðu í ferðsluni, vórðu árendir ella yvirkoyrdir í Streymoynni, nevniliga 20, harav 19 doyðu. Í Eysturoynni var talið ávikavist 17 og 13, og í Suðuroynni 10 og 7.
Ferðsluóhappini á landsvegunum eru bert lítil partur av samlaðu óhappunum, ið henda á føroysku vegunum. Nógv tey flestu henda á kommunalum vegi, nevniliga 772 í mun til 264 á landsvegunum. Flestu óhappini við deyða sum fylgju henda somuleiðis á kommunalum vegi.
Hyggja vit at óhappunum, ið hendu á kommunalu vegunum í Føroyum í fjør, hendu tey flestu í Streymoynni, nevniliga 424 av 772, og fýra fólk mistu lívið í ferðsluni. Ferðsluóhapp við persónsskaða á kommunalu vegunum vóru 34 í tali og 46 fólk vórðu skødd á kommunalu vegunum.