Bert fimm nýggir tilburðir eru staðfestir í Føoyum seinastu tvær vikurnar. Tað vísir nýggjast uppgerðin frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Seinastu tvær vikurnar hava 40 fólk latið seg kannað, og fimm hava fingið staðfest H1N1-beinkrím. Landslæknin sigur, at hetta merkir tó neyvan, at sjúkan er við at hæsa av í hesum umfari og heilsumyndugleikar vænta, at ein nýggj bylgja av H1N1 tilburðum fer at taka seg upp á norðaru hálvkúlu, tá ið nakað er liðið út á heystið.
Tí mæla myndugleikarnir til, at fólk framvegis eru ansin og fylgja teimum tilmælum, sum givin eru í sambandi við krímsjúkuna.
Sagt verður, at tað týdningarmesta í sambandi við at fyribyrgja smittu er framvegis, at fólk vaska sær ofta um hendurnar, hosta ella njósa í ermuna og at verða heima, um ein er sjúkur. Fólk í vandabólki og tey, ið gerast meira enn vanliga sjúk av influensa - eitt nú fáa trupulleikar við at anda - skulu vera serliga ansin. Vandabólkarnir eru: Tey, ið hava niðursett lungnavirkni, astma, hjartasjúku, sukursjúku, niðursetta immunverju, barnakonur frá 13. viku og fram (2. og 3. trimester), fólk við høgari yvirvekt (BMI meira enn 35) og børn undir 2 ár.
Fólk í vandabólki skulu seta seg í samband við egnan lækna ella læknavakt, um tey ella onkur av húskinum fáa influensa, sigur landslæknin.