Broytingarnar, ið skulu gerast á Landssjúkrahúsinum, eru rættiliga nógvar, men broytingin, ið sjúklingar helst koma at merkja best á kroppinum, er, at tað ikki longur er ætlanin at senda sjúklingar til Danmarkar fyri eitt gott orð.
Hóast Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur seg kenna til vandan, ið kann íkoma, við at sjúklingarnir kanska ikki fáa bestu viðgerðina.
- Hinvegin er ætlanin at fáa fleiri serlæknar til Føroyar í styttri tíðarskeið, so øll í eini grein kunnu fáa viðgerð í senn. Meiningin er samskipa hetta væl, umframt, at tað kann geva ein betri umhvørvi til læknar í Føroyum, metir landsstýrismaðurin.
Strategiskur leiðslubólkur
Handan hetta tunga orð er eisini ein partur av ætlanini við at broyta bygnaðin, tá fólk skulu viðgerast. Bólkurin er mannaður av bæði sjúkrarøktarfrøðingum, stjórum og læknum, og ætlanin er sambært heilsumálaráðnum, at tað skal gerast styttri millum fígging og viðgerð.
- Vit hava sett hetta ráðið, fyri at serkunnleikin skal hava møguleika at avgera, hvussu viðgerðirnar skulu fremjast, men tað hevur eisini verið soleiðis, at vit hava styttri millum viðgerð og fígging. Tað er millum annað har, at Bente Wennerberg, menningarstjóri, skal vera við. Soleiðis, at vit fáa fleiri heimtøkur, sigur Hans Pauli Strøm.
Eina ætlan
Bente Wennerberg er nú menningarstjóri í sjúkrahúsverkinum, og hon hevur verið tengd at sjúkrahúsinum í eina tíð, og hevur nógvar royndir innan starvsfólkamenning.
- Mín allarfyrsta uppgáva er at gera eina ætlan, staðfestir Bente Wennerberg, sum óiva saknar eina veruliga ætlan í sjúkrahúsøkinum
Hon er tó við gott mót, og heldur seg hava nóg mikið at tríva í, og dugir at síggja stórar møguleikar innan viðgerð í Føroyum.
Kostar pengar
Vár í Gong, forkvinna í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, staðfestir, at tað ikki bara verða serlæknar, ið skulu til Føroyar, ið koma at kosta.
- Eg vóni bara, at tey hava tikið við í roknistykkið, at skulu fólk viðgerast í Føroyum, sum í løtuni verða viðgjørd uttanlands, so mugu vit eisini hava skipanir í Føroyum, sum til dømis sjúkrarøktarfrøðingar við røttum útbúgvingum, sum eru førar fyri at taka ímóti hesum læknum, fyri at fremja hesar viðgerðir, staðfestir Vár í Gong