Ein 47 ára gamal maður var í farnu viku dømdur 30 dagar treytaðan fongsulsdóm í Føroya rætti, fyri at fleiri ferðir hava harðliga skumpað ein annan mann í eini veitslu.
Tað var nakað eftir midnátt 1. januar, at ilt bleiv millum tveir mans. Órættaði hevði slongt onkra viðmerking eftir ákærda, sum hesin helt vera niðrandi. Ákærdi tók tí og skumpaði órættaða niður á gólvið. Síðani lyfti hann hann uppaftur og tók í klæðini á órættaða og slongdi hann fleiri ferðir við nógvari styrki inn móti einum veggi. Órættaði smekkaði fleiri ferðir nakkan inn í veggin og fekk nakað av skaða í nakkan og um herðarnar.
Trý vitni vóru hoyrd í rættinum, órættaði og tvey onnur, ið vóru nærindis. Dómarin metti, at órættaði hevði greitt gjølla frá, hvat honum var hent og metti, at vitnifrágreiðingarnar frá hinum vitnunum stuðlaðu hansara frágreiðing.
Dómarin ivaðist ikki í, at skumpini vóru somikið hørð, at talan var um harðskap sambært grein 244 í revsilógini. Við tað, at ákærdi kendi seg niðraðan, at hann ikki er revsaður fyrr og annars hevur góð persónlig viðurskifti, valdi dómarin tó at gera dómin treytaðan.