Óførur dansur í Hósvík

TíÐindaskriv

Dansur í bygdarhúsinum í Hósvík er vorðin fastur siður. Ein siður, sum dansihugað fólk, einstaklingar og feløg, leggja sær í geyma og leggja sær til rættis, so at henda eina dansináttin, ið vanliga fellur fyrsta ella næsta vikuskifti eftir tjúgunda dag, ikki gleppur teimum av hondum. Hetta er níggjundu ferð, at skipað verður fyri hesum dansi, og vanliga hava verið millum 2- og 300 fólk hvørja ferð.
Sigast kann um hin føroyski dansin, at hann er ein partur av samleika okkara, so fjølbroyttur og eyðkendur eins og bygdar-málini. So sjónliga og hoyrliga merktur av skipara og stevi, at tú neyvt kanst siga, hvaðani dansur og skipari eru av landi skotin.
Men hóast stev og kvøðing eru eyðkend, so ber rættiliga væl til at dansa og kvøða saman, og tað er hetta, sum ger júst hesar dansinætur í Hósvík so stuttligar og minnisverdar, tí higar kemur fólk úr øllum heraðshornum, hvørt við sínum siðum, stevi og lagi, við tí eina í huga: at dansa og kvøða. Og hetta dámar teimum, ið dansin ansa, sum Andrias í Norðadali, sáli, tekur til í rímuni um føroyska dansin.
Alla seinastu øld stúrdu menn fyri framtíð føroyska dansins og hóast Sverri Patursson í 1908 ber eina vón í barmi, um at dansurin skal fóta sær, so skrivar Jóhan Kallsoy, sáli, lærari og løgtingsmaður, í 1925, at í summum støðum er dansurin nú ein ?saga blott?. Hann nevnir eisini, at Jóannes bóndi árið fyri, hevur borið upp á mál, at lata føroyska fólkaskúlan ? tikið upp ta uppgávu at verja um hin føroyska dansin?, og at enda í grein síni nevnir hann ungmannafeløgini, ?sum starva við tí endamáli at varðveita okkara tjóðskapareyðkenni ??

Bygdarfeløg, ungmannafeløg og ikki minni dansifeløgini, væl stuðlað av ágrýtnum einstaklingum, hava borið dansinum uppi og ment hann, so at hann enn er ein sjónskur varði í mentan og sam-leika Føroya fólks.
Leygarkvøldið, tann 18 januar, kl. 22.00 byrjar dansurin. Dansað verður út á náttina.
Atgongupeningur er 50 krónur og tá er eisini goldið ein bita til matna.
Bygdarfelagið Varðin vónar góða undirtøku og bjóðar øllum vælkomnum.