Dansifelagið Fótatraðk og Føroyahúsið bjóða aftur í ár til almennan føroyskan dans í Føroyahúsinum leygardagin tann 18. Februar.
Úr Føroyum koma Óli í Geilini og Vónbjørt Svabo at skipa dansin saman við Fótatraðk.
Í fjør eydnaðist hetta tiltak ómetaliga væl. Fyrireikarar siga, at hýrurin var avbera góður og at dansað var í fleiri tímar. Yvir 100 gestir vóru hetta kvøldið, og fyrireikarar vænta eins nógv í ár.
Skráin er hendan:
Kl. 18.00 Kafein letur upp, og selur breyð við føroyskum viðskeri.
Kl. 19.00 Felagssangur við harmonikuspæli
Kl. 20.30 Farið verður uppá gólv.
Kl. 01.00 liðugt
Kvæði og vísur eru hesar:
Í dans, Sinklarsvísa, Ormurin Langi, Sigmundskvæði, Grindavísan, Brestiskvæði, Í Gøtu ein dag, At Telja Jólini, Ólavur Riddararós, Gudbrandskvæði, Flóvin Bænadiktsson, Harpuríma, Stolt Signhild, Regin Smiður, Veðratáttur og mangt annað.
Les meira um tiltakið her: