- Vit høvdu ongantíð heitan mat síðstu vikuna í mánaðinum og meðan harðast leikaði á, vóru bæði eg og børnini sosialt uttanfyri samfelagið, sigur Rósely Reynstind, sum í fleiri ár livdi í fátækradømi.
Í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð kanst tú lesa um støðuna, hjá Rósely Reynstind, sum fyri nøkrum árum síðani livdi í fátækadømi. Í Menniskjum Góður Tokki bjargaði henni mangan jólunum.
Sum til dømis, tá ið hon fekk eitt gávubræv frá SMS og brúkti tað til at keypa børnunum jólagávur.
Sosialurin fer í dag undir eina kampagnu, har vit heita á okkara lesarar, um at siga okkum, hvat tit halda, at øll eiga at hava rætt til.
Seinastu árini hava vit kjakast nógv um fátækadømi í Føroyum. Men hvat er í veruleikanum ein menniskjarættur fyri ein føroyskan borgara?
Sig tína hugsan við at taka eina mynd av onkrum, sum tú heldur, at øll eiga at hava rætt til. Legg hana á hesa Facebook síðuna hjá okkum, sum er gjørd til endamálið. Ella send myndina til red(at)sosialurin.fo
www.facebook.com/events/177696436029297/
Les nógv meira í Vikuskiftis Sosialinum og á in.fo um vikuskiftið.