Fótbóltsbrak á Summarfestivalinum

Fótbóltur: Fyrsti dysturin í 18. umfari í Effodeildini verður longu í kvøld, tá ið oddaliðið KÍ tekur ímóti EB/Streymi á næstfremsta plássi. Hetta oddabrakið verður í Klaksvík á sjálva Summarfestivalinum.

Myndin kann broytast nógv í Effodeildini eftir hetta vikuskiftið. EB/Streymur hevur møguleikan at ræna oddasessin frá KÍ, meðan tað í botninum er tøtt kapping um at sleppa frá niðurflytingini, har NSÍ, B68 og serliga TB eru í beinleiðis niðurflytingarvanda.

Oddabrak á Summarfestivalinum
Heima á Summarfestivalinum fær KÍ longu fríggjakvøldið vitjan av EB/Streymi í einum sonnum oddabrakið. Við einum sigri kann EB/Streymur ræna oddasessin frá klaksvíkingum, sum í ákoðaratali uttan iva fara at vera nakað, ið minnir um met fyri árið, nú Summarfestivalurin er samstundis.
KÍ hevur gravað fram eitt meistaraspæl, ið hevur lyft teir heilt upp á oddasessin, og við sjey dystum á rað uttan ein ósigur tykjast teir vera næstan ótakiligir. Í 13 teimum seinastu dystunum hevur KÍ verið ósigrað í 12 teirra, og til júst henda dystin skuldi hýrurin eisini verið góður eftir at teir ímóti Víkingi í seinasta umfari vendi einum hóttandi 0-3 til ein 3-3-javnleik.
Garparnir hjá Páll Guðlaugsson hava eisini ein góðan møguleika ímóti EB/Streymi, sum – hóast teir framvegis eru á 2. plássi – hava verið út fyri einari gongd, ið gongur skeiva vegin. Teir hava verið nógv darvaðir av skaða og uttan ein fullføran Arnbjørn Hansen hava teir verið tannleysir og bara skotið eitt mál í seinastu trimum umførunum.

B68 skal ansa sær
Toftamenn eru í somu støðu, sum teir hava verið í alt kappingarárið. Teir hava stóran tørv á at skava sær nøkur stig saman fyri at sleppa undan niðurflytingarvandanum, sum hevur hótt teir alt árið eftir eitt kappingarár, ið á ongan hátt kann sigast at hava verið nøktandi.
Leygardagin fáa teir vitjan av HB, sum eftir summarsteðgin hevur verið bæði niðri og uppi. 2-4-tapið ímóti NSÍ kom dátt við í stríðnum at hanga í oddanum, men hinvegin kom 4-1-sigurin á TB seinasta vikuskiftið væl við. Spælið í hesum dystinum boðar eisini frá góðum hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum leingist eftir støðugari avrikum og væl kann bøta um hetta á Svangaskarði leygardagin.

ÍF í viðvindi
Hjá fuglfirðingum var tað tætt við, at byrjanin eftir summarsteðgin gjørdist eitt vónbrot. Men við einum hørðum, næstan kravdum, 3-2-sigri á FC Suðuroy vóru omaná sálarliga og við sannførandi avriki vunnu teir sannførandi 4-1 á Víkingi á útivølli mikukvøldið.
Hóast Simon Skibsted er farin aftur til Danmarkar, so er spælið framvegis gott, framleiðslan av málmøguleikum góð og Clayton Soares er væl koyrandi sum toppskjútti í Effodeildini.
Sunnudagin skal ÍF á vitjan hjá NSÍ, sum hóast góðan styrk hevur havt misjavna gongd eftir summarsteðgin. Teir hava havt truplar uppgávur við at vitja í Gundadali tvær ferðir, har tað byrjaði so væl við 4-2-sigri á HB, men endaði illa við 1-5-tapi ímóti B36.
NSÍ skal tískil leggja seg eftir at fóta sær ímóti einum annars væl leikandi ÍF-liði við Løkin, og kunnu teir tað við einum sigri, so fáa teir nøkur kærkomin stig í róðrinum at rógva seg burtur frá teimum aftastu.

Skerdir tvøramenn
Sunnudagin fær Víkingur vitjan av TB. Hóast teir í Víkingi eru skerdir uttan liðskiparan, Atla Gregersen, so eru teir helst ikki eins skerdir sum TB, ið mangla tríggjar lyklaleikarar. Dimitrije Jankovic, Bojan Timic og Gilli Sørensen eru allir leikbannaðir, og merkir hetta, at TB má broyta nógv upp á liðið. Nógv bendir á, at Hans Fróði Hansen fær sítt debut fyri besta liðið hjá TB og harvið ger comeback í fremstu føroysku deildini eftir níggju ára fráveru.
Víkingur hevur ikki vunnið ein dyst eftir summarsteðgin (3-3 ímóti KÍ og 1-4 ímóti ÍF), men fáa teir ein sigur ímóti TB, so liggja teir aftur væl fyri í oddastríðnum. TB berjist í hinum endanum á stigatalvuni og kann við einum sigri lyfta seg upp um niðurflytingarstrikuna.

B36 krevur ein sigur
Í 17 royndum hevur tað framvegis ikki eydnast FC Suðuroy at vunnið ein dyst í Effodeildini, og teir fáa tað eisini trupult sunnudagin, tá ið teir – hóast á heimavølli – hitta B36. Eftir summarsteðgin hevur FC Suðuroy tó ikki verið fyri nøkrum lemjandi ósigri, og í seinasta umfari taptu teir tepurt 2-3 ímóti ÍF í Fuglafirði. Hetta kundi bøtt um hýrin á liðnum, men spurningurin er, um evnini yvirhøvur røkka til ein sigur í Effodeildini í ár.
B36 spældi góðan fótbólt ímóti NSÍ á ólavsøku, og kastaði hetta ein 5-1-stórsigur av sær. Meistararnir hava verið alt ov óstøðugir í ár, men nú uttan tap í fimm dystir tykjast teir at hava vent gongdini til tað betra og hava teir ein gyltan møguleika at byggja víðari í Vági sunnudagin.


18. umfar í Effodeildini:

Fríggjadagin
Kl.18.00: KÍ – EB/Streymur

Leygardagin
Kl.17.00: B68 – HB

Sunnudagin
Kl.14.45: FC Suðuroy – B36
Kl.15.00: NSÍ – ÍF
Kl.15.00: Víkingur – TB