Jo Strømgren Kompani hevur seinastu 13 árini við skiftandi dansarum framført dansin »A Dance Tribute to the Art of Football«. Og í sambandi við Dansidagin hjá Norðurlandahúsinum er dansibólkurin komin til Føroya at sýna fram.
Hetta er triðja árið, at Norðurlandahúsið skipar fyri Dansidegi, og í ár hava tey valt at gera meira burtur úr við at fáa kendar og fult professionellar dansarar hendan vegin.
Jo Strømgren Kompani er mest kendi dansibólkurin í Norðanlondum og eisini tann bólkurin, sum hevur ferðast mest uttan fyri egin landamørk. Nú teir eru í Føroyum koma teir mest sum beinleiðis av einari rundferð í Hollandi og Belgia, og hava ferðast í umleið 10 londum tey tvey árini, bólkurin hevur havt verandi manning. Úr Suðurkorea til Kanada.
Men tilsamans er dansileikurin »A Dance Tribute to the Art of Football« framførdur av Jo Strømgren Kompani í 21 londum síðani frumframførsluna í Bergen á heysti 1997.
Ferðalagið fer aftur til Noregs eftir framførsluna í Norðurlandahúsinum í kvøld, men bert til at fyrireika seg til rundferð í fyrst Grønlandi og síðani Ruslandi, ið gerast ávikavist 22. og 23. landið, bólkurin vitjar.
Dansileikurin er bygdur á fótbólt, eins og heitið sigur, og fangar fysisku og emotionellu kenslurnar, sum fótbólturin framelvir.
Teir fýra, ið manna dansibólkin í løtuni, eru Jan Nikolai Wesnes, Sverre Magnus Heidenberg, Mikkel Are Olsen og Geir Hytten.
Av teimum er tað bert seinast nevndi, ið sjálvur hevur leikt fótbólt, tó at Jan Wesnes sigur seg hava stóran áhuga í fótbólti.
Teir eru allir útbúnir í dansi frá hægri skúlum, og eru komnir við í dansibólkin umvegis eina upptøkuroynd.
Jo Strømgren Kompani arbeiðir tó við fleiri framleiðslum í senn, og tá bólkurin er liðugur við rundferðina í Ruslandi í juni, fer Geir Hytten til eina aðra framleiðslu, meðan hinir tríggir fara til eina aðra.
Dansibólkurin hevur bert ta einu framførsluna í Føroyum á hesum sinni.