Fótbóltslagið er gott í Danmark

Nú er tað greitt, at danska landsliðið skal spæla allar tríggjr dystirnar í innleiðandi EM bólkaspælinum á heimavølli

Tað gongur sum eftir ánni hjá danska fótbóltslandsliðnum. Mánakvøldið var 1-1 ímóti Írlandi í Dublin nóg mikið fyri at vinna pláss í EM endaspælinum, sum verður næsta ár í juni.

Í dag var lutakast í UEFA høvuðsskrivstovuni í Sveis. Longu undan lutakastinum var tað greitt, at Danmark í tveimum av trimum dystum í innleiðandi bólkaspælinum fer at eiga heimavøll í Parkini. Annar dysturin verður ímóti Belgia, og hin verður ímóti liði, sum seinni í mánaðinum í avgerandi uppgerð fer at vinna pláss í endaspælinum.

Í lutakastinum í dag skuldi greiða fáast á, um triði dysturin hjá dønum skal vera í Parkini ella í Skt. Pætursborg í Russlandi. Russland eigur tveir dystir á heimavølli, og í dag fall luturin soleiðis, at Danmark og Russland fara at hittast í Parkini.

Danmark skal spæla í Parkini 13. juni, 18. juni og 22. juni. Tað er greitt, at ein av 1/8 finalunum verður í Parkini 29. juni.

30. november verður tað greitt, um Danmark – umframt ímóti Belgia og Russlandi – skal spæla ímóti Wales ella Finnlandi. Tá verður eisini greitt, hvønn av teimum trimum dystardøgunum hesi liðini skulu spæla í Parkini.