Sum liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar hjá føroyska A-landsliðnum við monnum í septembermánaði, hevur Fótbóltssamband Føroya gjørt avtalu við KSI, íslendska fótbóltssambandið, um at Ísland og Føroyar spæla venjingardyst á Laugardalsvøllinum í Reykjavík mikudagin 14. august.
Tað boðar Fótbóltssamband Føroya frá í dag.
Næsti undankappingardystur hjá føroyska landsliðnum er á útivølli fríggjadagin 7. juni, tá Írland og Føroyar møtast á Aviva Stadion í Dublin, og fýra dagar seinni taka sviar í móti á Friends Arena í Stockholm.
Í september skal føroyska liðið spæla á útivølli ímóti Kasakstan og á heimavølli móti Týskland, og í oktober koma Kasakstan og Eysturríki til Føroyar at spæla.
Ísland er í HM-undanbólki E, saman við Sveis, Albania, Norra, Kypern og Slovenia. Eftir fimm dystir eru íslendingar nummar tvey í bólkinum við níggju stigum.
Seinast Ísland og Føroyar møttust í landsdysti, var í august í fjør. Ta ferðina vunnu íslendingar 2-0.