Fótbóltspanelið: Samrøður við nýggja landsliðsvenjaratoymið (FM1)

(FM1) Magni Mohr, Igor Ardoris, Rickard Dahan og Håkan Ericson vóru gestir í Fótbóltspanelinum á FM1. Prátað var eisini við Børga B. Hansen frá Lion´s Club um stórsteypadystirnar

##med2##

Nýggja venjaratoymið hjá A-landsliðsliðnum hjá monnum var kunngjørt á tíðindafundi hjá FSF ígjár.

Talan er um fysiska venjaran, Magna Mohr, sálarliga venjaran, Igor Ardoris og fysioterapeuturin, Richard Dahan. Magni Mohr er eitt kent navn í føroyska ítróttarheiminum, har hann hevur arbeitt við fleiri føroyskum feløgum, umframt at hann hevur verið knýttur at feløgum sum Chelsea, Juventus og seinast sum partur av venjaratoyminum í spanska Deportivo La Coruna.

 

Svenski Igor Ardoris er sálarligur- og sinnisvenjari. Hann hevur arbeitt nógv við ítróttarfólki, men eisini við fólki sum koma í pressaðar støður. Eitt nú løgreglufólk, fólk í sjúkrahúsverkinum og vinnulívsfólk. Hann útmerkar seg sum ein sálarligur- og sinnisvenjari, ið lærir fólk at tapa – fyri síðani at kunna vinna.

Magni Mohr, Igor Ardoris, Rickard Dahan og Håkan Ericson, landsliðsvenjari vóru gestir í Fótbóltspanelinum seinnapartin í dag. 

Ringt var eisini til Børga B. Hansen frá Lion´s Club at frætta um stórsteypadystirnar millum KÍ og HB, ið eru ávikavist føroyameistarar og steypavinnarar hjá bæði kvinnum og monnum. Dysturin hjá kvinnunum verður sunnudagin klokkan 12.30 og dysturin hjá monnunum verður klokkan 15.30. Tróndur Arge sigur frá stórsteypadystinum hjá monnum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

 

(Fótbóltspanelið við nýggja landsliðsvenjaratoyminum)