Fótbóltssambandið óbroytt næstu tvey árini

Einki mótvalevni verður, tá forsetin og tríggir nevndarlimir í Fótbóltssambandi Føroya standa fyri vali á komandi ársaðalfundinum hjá FSF tann 23. februar.

 

Tá freistin at stilla upp til forseta- og nevndarval hjá Fótbóltssambandi Føroya var úti mikudagin, var einki mótvalevni uppstillað.

 

Tað veit heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum at siga.

 

Øll 21 limafeløgini í FSF hava uppstillað sitandi forseta, Christian F. Andreasen, og teir tríggjar starvsnevndarlimirnar, Jákup Martin Joensen, Róin Schrøter og Fríðin Ziskason, ið standa fyri vali hesaferð.

 

Sostatt verður starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya óbroytt næstu tvey árini.

 

Hetta er samstundis 34. aðalfundur, síðani felagsskapurin varð stovnaður 13. januar í 1979.