Tað er ein sera áhugaverdur fótbóltsskúli, ið klaksvíkingar skipa fyri. Høvuðsvenjari á skúlanum verður Andy Williams, sum til dagligt er ungdómsvenjari í enska Liverpool FC. Afturat Andy Williams fara fleiri av ungdómsvenjarunum hjá KÍ at taka sær av venjingini á fótbóltsskúlanum.
150 ungdómar tilmeldaðir
Tað eru ikki einans klaksvíkingar, ið verða við á fótbóltsskúlanum, tí opið hevur verið fyri tilmelding hjá øllum, sum hava havt áhuga fyri tí. Ikki færri enn 150 ungdómar hava boðað frá luttøku, og tey leggja til brots klokkan 10 í morgun.
Skúlin heldur áfram til og við hósdegnum, og hvønn dag verður byrjað klokkan 10 á morgni, og seinastu venjingarnar enda klokkan gott og væl fýra seinnapartin.
Til ber at fylgja við í, hvussu tað gongur á fótbóltsskúlanum á heimasíðuni, www.finneverton.com, har frásagnir og myndir frá venjingini verða at síggja.