Eftir 3-0 tap á útivølli ímóti Litava fyrr í summar og 3-0 tap á heimavølli ímóti Danmark í síðstu viku reisti U-21 landsliðið seg av álvara í kvøld.
Føroyar spældu í Finnlandi, har úrslitið var 1-1. Finnland var greitt omaná í fyrra hálvleiki, tá ið tað vóru tíggju royndir ímóti føroyska málinum og bara tríggjar ímóti finska málinum.
Tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki legði Finnland seg framum, og so var møguleikin, at tað skuldi ganga soleiðis, sum tað er tørnað út undanfarnu ferðirnar.
Soleiðis tók tað seg ikki upp. Tríggjar minuttir eftir at Finnland hevði skorað, svaraðu Føroyar aftur. Meinhard E. Olsen, sum í kvøld hevði fingið møguleikan á framrættaðum plássi í vinstru var málskjútti, eftir at Jákup Thomsen hevði spælt hann leysan.
Sum síðsti hálvi tímin leið, vóru føroyingarnir fleiri ferðir tætt við at leggja seg framum. Føroyska liðið spældi við sera góðum hugburði og stórum sjálvsáliti. Møguleikar vóru báðar vegir, og fleiri ferðir var tað tætt við, at Føroyar løgdu seg framum.
Tað endaði 1-1, og harvið vann U-21 landsliðið fyrsta stigið í hesum undankappingini.
Næsti dystur verður mánadagin 9. oktober á heimavølli ímóti Georgia.
Danmark vann í kvøld 6-0 á heimavølli ímóti Litava.
http://www.in.fo/news-detail/beinleidis-finnland-foeroyar/
Finnland-Føroyar 1-1 (0-0)
U-21 EM undankapping
Á Lahti stadion í Lahti í Finnlandi týsdagin 5. september klokkan
Dómarakvartett úr Luksemborg: Alain Durieux, Joaquim Da Silva, Tom Hansen og Frank Bourgnon.
1-0: Kaan Kairinen 56.
1-1: Meinhard E. Olsen 59.
Finnland: Hugo Keto – Anselmi Nurmela, Aapo Halme, Richard Jensen, Nicholas Hämäläinen - Mikael Soisalo, Sebastian Dahlström, Kaan Kairinen, Santeri Hostikka - Benjamin Källman, Saku Savolainen
Føroyar: Karstin Hansen, NSÍ – Benjamin Heinesen, B36, Bjarni Petersen, B36, Bartal Wardum, HB, Erlendur Magnusson, B36 – Betuel Hansen, NSÍ (Jákup B. Andreasen, KÍ, 85.), Hákun Edmundsson, Skála – Jóannes Bjartalíð, KÍ, Teit Jacobsen, SønderjyskE, Meinhard E. Olsen, B36 (Jann Benjaminsen, NSÍ, 92.) – Jákup Thomsen, Thisted (Petur Knudsen, NSÍ, 90.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur, Ari Olsen, Skála, Ólavur Niclasen, KÍ, Daniel Johansen, HB
Gult kort: Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen
Venjari: Eli Hentze
Hjálparvenjari: Hegga Samuelsen