Fótbólturin fer at fundast

FSF hevur boðað frá, at árligi fundurin, sum FSF hevur við feløgini undan ársaðalfundinum, verður í B36 húsinum leygardagin 20. januar

Fótbóltsfundur


Sum sagt er talan um ein afturvendandi fund, og verður hesin í mestan mun nýttur til at tosa um ymisk evni, sum verða tikin upp á aðalfundinum. Eitt slag av óformligum práti, har partarnir fáa høvi at koma fram við sjónarmiðjum sínum.


Fundarskráin

Skráin til fundin er sett saman av sjey lutum, og eru hesir: 1. Endurskoðaðar kappingarreglur fyri fótbólt

2. Disciplinerreglur

3. Leikdagar 2001

4. Dómaraspurningurin

5. Peningur fra Champions-League 1999/2000

6. Minstu krøv frá UEFA til feløgini

7. Lutakast um løgmanssteypið og steypakappingina hjá kvinnum.


Var VB fremst

Uttan at týdningin av nøkrum evni fram um onnur, so er einki at ivast í, at fleiri teirra tykjast sera áhugaverd.

Ikki minst tykist fyrsta pettið um kappingarreglurnar at kunna gerast áhugavert. Ein lutur í viðgerðini av hesum verður uttan iva reglan, um hvussu støðan skal gerast upp, um so er, at tvey ella fleiri lið eru ájøvn í stigum.

Í fjør kom hetta týðuliga til sjóndar, tá VB og HB fram móti endanum av kappingarárinum lógu lið um lið í bestu mansdeildini. Meðan VB metti, at mál á útivølli í innanhýsis uppgerðum áttu at telja við í slíkum føri, mettu teir í Havn, at hetta ikki skuldi teljast við. Endaliga úrslitið gjørdist at FSF mátti leita sær løgfrøðisliga hjálp, og var úrskurðurin tá, at mál í innanhýsis dystum als einki høvdu at siga í so máta.

Tað er væl møguligt, at hesin úrskurðurin løgfrøðisliga var rættur, men neyvan man hann hava verið í tráð við ætlanina við regluni um innanhýsis dystir.

Hendan varð nevnliga gjørd við tí fyri eyga, at tað (serliga í yngru deildum) ikki skuldi vera avgerandi fyri meistaraheitið, at eitt lið kanska hevur vunnið 20-0 á onkrum veikum liðið, meðan eitt annað lið, sum hevur eins nógv stig hevur vunnið móti sama veika liðið uttan dyst. T.v.s. við málmuninum 0-0. Hetta er onkuntíð komið fyri, har tvey lið kanska hava vunnið allar dystir móti øðrum liðum, fyri so at hava vunnið hvør sína innanhýsis uppgerð.

Sum reglan hjá FSF nú verður tulkað, hjálpir hon lítið í slíkum føri, tí hava liðini vunnið hvør sín innanhýsis dyst, hava mál, sum eru skotin í hesum, einki at siga, og verður tað tí aftur málmunurin, sum er avgerandi.

Nakað annað er so tað, at aðalfundurin helst bert ætlaði regluna at verða galdandi fyri yngru deildirnar, men hetta var so ikki staðfest nakra staðni í lóggávuni.


Skulu skikka sær betri

Petti tvey tykist somuleiðis at kunna gerast áhugavert, við tað at hetta kundi bent á, at feløg eins væl og leikarar framyvir kunnu revsast, um so er, at tey ikki handla í tráð við góðum ítróttasið.

Júst hvat og hvussu hetta petti fer at merkja, skulu vit ikki fara at gera nakrar gitingar um, men ikki er óhugsandi, at FSF ynskir at fáa hetta í fastari legu, soleiðis at sleppast kann undan óhpnum støðum. Eitt nú sum tá dómararnir hóttu við verkfalli í fjør. Nakað sum kanska eisini kemur at verða fevnt av fjórða pettinum í fundarskránni.


Nær verður løgmanssteypið

Viðvíkjandi triðja pettinum á skránni, so er størsta ivamálið helst, nær finalan um løgmanssteypið skal spælast.

Allir leikdagar eru annars longu ásettir fyribils av FSF, og kunnu hesir síggjast á www.football.fo, og neyvan verður nakað trætumál av hesum.

Seinnu árini hevur finalan verið leikt fyrst í juli, og er hetta eisini so smb. fyribils ásettu leikdøgunum, men ynski hevur eisini verið frammi um, at summi vilja hava finaludystin fluttan til ólavsøku. Hett er so ein spurningur, sum má greiðast í felag við havnarfeløgini, men júst hvussu hetta kann gerast, er enn ikki endaliga greitt. Onkur fundur hevur verið um málið, men eingin verulig loysn er enn løgd á borðið, og verður tað neyvan fyrr enn á aðalfundinum hjá FSF.


Enda við lutakasti

Av trimum teimum seinastu pettunum, er tað avgjørt tað fimta, sum tykist hava størstan áhuga. Meira nevnt um evnið aðra staðni á hesum blaðsíðum, so tað skal ikki verða skrivað meira um her og nú.

Hvørji krøv UEFA setir feløgunum, kann eisini hugsast at hava samband við áðurnevnda spurning, meðan seinasta petti sjálvsagt eisini hevur áhuga.

Tá verður nevnliga drigið, hvussu innleiðandi umførini í steypakappingini skulu spælast, eins og tey liðini, sum eru styrkismett beinleiðis til bólkaspælið helst verða bólkaði her.

Aðalfundurin hjá FSF verður í Norðurlandahúsinum hin 3. januar.