Fótbólturin setir aftur Føroyar á heimskortið

Millum áskoðararnar í Gundadali sunnudagin var Andy Mitten. Hann er breti og starvast hjá størsta enska fótbóltsblaðnum, 4-4-2, sum í næstu útgávu síni fer at hava drúgva frásøgn um føroyskan fótbólt

Fótbóltur

Hjá teimum, sum hava fylgt meira enn vanliga væl við enskum fótbólti, vekir navnið á blaðmanninum kanska ans. Abbi hansara, Charlie Mitten, var fyrsti enski fótbóltsspælarin, sum fór uttanlands at spæla, og í fleiri ár gjørdi hann um seg um Miðamerika.

Fótbólt við móðurmjólkini
Tí er kanska ikki løgið, um fótbólturin at kalla er komin inn við móðurmjólkini  eisini hóast talan er um faðirættina. Sjálvur hevur Andy eisini støðugt havt ein brennandi áhuga fyri fótbóltinum. Ein áhuga, sum hann eisini hevur flættað saman við alskinum til blaðmannayrkið.
Longu sum 18 ára gamal tók hann prógv innan journalistikk, og síðani hevur skriving og fótbóltur fylt tað mesta av lívi hansara. Longu sum 15 ára gamal stovnaði hann fjeppara-blaðið, United We Stand, sum í dag er størsta fjeppara blaðið hjá enska stórfelagnum, Manchester United. Fimm bøkur um stórfelagið er talan eisini blivin um higartil, og sambært Andy sjálvum eru tvær av slagnum í løtuni ávegis.
Og at tilknýtið til felagið framvegis er sterkt, sæst eisini aftur í yrkisleiðini, sum yngri beiggi hansara hevur havt. Hesin var nevnliga yrkisspælari í Macclesfield í fimtu-bestu ensku deildini. Men tá Manchester United-fjepparar í fjør stovnaðu egið felag sum mótmæli móti yvirtøkuni hjá Malcolm Glazier, flutti bróðurin fimm deildir niður at spæla. Og hann varð soleiðis fyrsti spælarin, sum gjørdist sáttmálabundin at nýggja felagnum.

Flutti við damuni
Men hvussu ber tað so til, at ein Manchester United fjeppari av slíkum slag eitt vikuskifti brádliga var at finna millum áskoðararnar til eina grannauppgerð millum tey bæði stóru havnarfeløgini.
- Søgan er tann, at eg í dag ikki skrivi so nógv fyri og um Manchester United, sum eg havi gjørt. Eg eigi framvegis United We Stand, men eg skrivi mest sum einki í hesum. Eitt skifti stóð mær eisini í boði at starvast á marknaðardeildini hjá Manchester United, men eg vildi heldur virka sum óheftur blaðmaður, og ein slík starvssetan hevði jú bundið meg á hendur og føtur í so máta.
- Í 2001 hendi so tað, at daman hjá mær skuldi flyta til Barcelona. Eg gjørdi av at fara við, og fyrstu tíðina var eg framvegis redaktørur á Manchester-blaðnum. Brádliga stóð mær tó í boði at skriva um spanskan fótbólt fyri 4-4-2, sum er best umtókta enska fótbólts-blaðið, og tað helt eg verða fínasta slag. Síðani havi eg eisini skrivað um spanskan fótbólt fyri the Independent, men tað er fyrst og fremst 4-4-2, sum í dag er mín arbeiðsgevari.

Alheims grannauppgerðir
Fyri tveimum árum síðani hendi enn eitt skifti í yrkisleiðini hjá Andy. Blaðstjórin á 4-4-2 helt tað vera fínt hugskot, um blaðið nú fór at leggja seg eftir grannauppgerðum av alskyns slag innan fótbóltsheimin.
Síðani hevur Andy ferðast at kalla kring allan heimin. Frá Tel Aviv til Dortmund, Madrid og Barcelona, Dortmund og München og nú eisini her í Tórshavn. Til stuttleikar nevnast, at næsta ferðin hjá honum gongur til Suðurafrika, har grannauppgerð millum Orlando Pirates og Kaizer Chiefs er á skránni í Johannesburgh.
- Sjálvur haldi eg, at eg livi í einum dreymi. Eg skrivi um júst tað, sum mær altíð hevur dámt. Eg ferðir kring allan knøttin við hópatals upplivingunum. Og onkrar av hesum hava eisini verið heilt stuttligar.
- Eitt nú kann nevnast, tá eg herfyri var í Tel-Aviv. Eg skuldi her skrivað um grannauppgerðina millum Maccabi Tel-Aviv og Maccabi Haifa. Eg hevði fingið avtalur í lag, men tá eg skuldi koyrast yvir, fekk eg trupulleikar .Taxa-førarin helt við Beitar Jerusalem, og hann noktaði blankt fyri at koyra meg til Maccabi-legurnar. Tað endaði tó við, at eg fekk tosað hann til rættis, og seinni um kvøldið vildi hann hava meg at keypa bæði konufólk og narko. Eg tók ikki av, men hetta tilboð kom eisini í greinina, sum eg skrivaði, og tað var ikki sørt, at ísraelskir miðlar gjørdu nógv burturúr, tá greinin so stóð í bløðunum.

Fótbóltur er mentan
At hendingar av slíkum slag eisini eru at finna í greinunum hjá Andy, tekur hann sum eina sjálvfylgju.
- Mín setningur er ikki bara at skriva um fótbólt, tá eg ferðist á henda hátt. Eins nógv er tað at lýsa samfelagið sum heild, og ikki minst viðhaldsskararnar hjá ymsu feløgunum. Tað verður so sanniliga eisini partur av frásøgini hesaferð, og eg má siga, at eg eri hugtikin av føroysku áskoðarunum. Hóast kappingarneytar, so liva bæði HBarar og B36arar í sátt og semju. Aðrastaðni er talan ikki bara um rivalisering  men um beinleiðis hatur, og tað hava tit als ikki her. Sjálvandi verða fólk argað eftir ein dyst, sum tann í dag, men so er tað heldur ikki meira, heldur hann.
Í næstu útgávuni av 4-4-2 verður tað so tann føroyska mentanin, sum kemur undir sjóneykuna. Við útgangsstøði í grannauppgerðini í Gundadali verður føroyska samfelagið og føroyska fótbóltssinnið lýst.
Og soleiðis sleppa eitt nú Okeke Obele Onyebuchi og Jákup í Stórustovu upp í røðina av nøvnum, sum Andy Mitten hevur gjørt samrøðu við. Ein røð, sum eisini telur Kaká, Ronaldinho, Etoo, Rooney og tvær ferðir Ronaldo.