Føtur undir egið borð á triðju hædd

Eigaraíbúðin er eitt frálíkt alternativ til egin hús, heldur Heri Jacobsen, sum valdi at hoppa av langa grundstykkjalistanum í Havn. Herfyri flutti hann við familju sum tey fyrstu inn í stórstu íbúðarbygging í Føroyum


Tað verður ongin trupulleiki hjá Hera Jacobsen, Ann Vang og synunum báðum at búleikast í fleiri ár framyvir í nýggju íbúðini við Velbastaðvegin.

- Ikki uttan so at vit fáa eini 10 børn, men tað hava vit ikki ætlanir um beint nú, smílist Heri Jacobsen, sum saman við familjuni flutti inn í nýggju íbúðina fyri fýra vikum síðani. 



Pláss fyri óruddi

Tað var eisini støddin á íbúðini, sum hevði rættiliga nógv at siga, tá Heri og Ann gjørdu av at keypa eina av nýggju marglætisíbúðunum við Velbastaðvegin.

- Trupulleikin við íbúðarbygging í Føroyum er oftast, at íbúðirnar heilt einfalt eru ov smáar. Hesar íbúðirnar við Velbastaðvegin eru tær fyrstu í nógv ár, har tað veruliga er pláss fyri eini familju og øllum tí, sum hartil hoyrir, sigur Heri Jacobsen og leggur afturat, at ein familjuíbúð jú má hava pláss fyri kuffertum, jólapyntskassum og øðrum ’óruddi’, sum tú ikki brúkar hvønn dag.

Íbúðin hjá Hera og Ann er 105 fermetrar, umframt eitt tilhoyrandi depotrúm, ið er 10 fermetrar til støddar. Hartil er øll tann niðasta hæddin í íbúðarbygninginum innrættað sum ein felags kjallari, har gott pláss er fyri barnavognum, súklum o.líkn.

Í sjálvari íbúðini eru køkur/stova, tvey kømur, baðirúm og vaskirúm. Køkur og stova eru í sama rúmi, ið er so stórt, at ongin trupulleiki er, at gera ein part av rúminum til kamar, um tey skuldu fingið hug til tað. 



Vanabundnir føroyingar

Heri og Ann hava leingið droymt um at seta føtur undir egið borð. Og sum so nógv onnur ímyndaðu tey sær, at borðið skuldi standa í egnum húsum. Heri greiðir frá, at eins og tey flestu hugsaði hann ikki longur, enn at tey antin skuldu byggja ella keypa síni egnu hús.

- Vit føroyingar eru ótrúliga vanabundnir, tá vit hugsa um, hvussu man helst eigur at búgva. Hinvegin, tá ið vit nú høvdu tvey smá børn og framvegis stóðu sum nummar fýrahundrað-og-nógv á listanum til eitt grundstykki í Havn, gav tað íblástur til at hugsa eitt sindur øðrvísi, sigur Heri, sum heldur ikki dylur yvir, at húsaprísirnir í Havn ikki freistaðu hann so øgiligt at keypa eini hús.

- Knappliga gekk tað eisini upp fyri mær, at tað í grundini ikki hevði serliga stóran týdning fyri meg at kunna ganga runt um míni egnu hús, staðfestir Heri.

So við og við gjørdist tankin um at keypa eina eigaraíbúð ikki bara lokkandi, men mest sum eyðsýndur fyri Hera og Ann.

- Ikki tí, vit høvdu tað frálíkt, har vit búðu saman við verforeldrunum á Norðasta Horni, men fyrr ella seinni vil man jú hava sítt egna. Tá møguleikin so beyðst at keypa eina spildurnýggja íbúð í sama øki, var lítið at ivast í longur, sigur Heri, sum stutt fyri jól tískil kundi seta føtur undir egið borð á triðju hædd fyri 1,7 milliónir. 



Grannarnir á Heimasta Horni

Eitt frálíkt grannalag, vøkur náttúra og eitt útsýni, tey flestu munnu øvunda teimum, eru nú karmar um nýggja heimið hjá Hera, Ann og synunum Andrew og Hørður. Úr stovuvindeyganum síggja tey út yvir Nólsoynna, út á Argir og yvir á Velbastaðháls. Beint omanfyri bygningin er hagin, og stutt er inn til býin. Og nú, fólk eru flutt inn í flestu íbúðirnar í bygningi eitt, er eitt serligt huglag við at breiða seg í grannalagnum.

- Her búgva fólk í øllum aldri – frá heilt ungum familjum við smáum børnum til eldri pensjónistar. Enn er alt so nýtt, men tey tykjast øll sera vinarlig og blíð, so tað verður nokk ikki leingi, til eg fari á gátt hjá onkrum at lána ein kopp av sukri, sigur Heri, sum kennir seg sera hepnan at vera partur av hugnaliga grannlagnum.

Hóast grannarnir enn ikki kennast so væl, er tey longu samd um, hvussu gøtan, tey búgva á, skal eita

- Vit fara at heita á kommununa um at kalla gøtuna Heimasta Horn, sum hetta økið jú kallast frammanundan, sigur Heri, sum saman dámuni, synunum, dóttrini Karin og verforeldrunum fekk eina sera hugnaliga byrjan í heiminum á Heimasta Horni, har tey øll hildu jól saman.



FAKTA

Nýtt íbúðarmynstur

At byggja ella keypa hús er ikki einasti møguleikin longur hjá føroyskum familjum at fáa fót undir egið borð. Seinnu árini eru byggifyritøkur í alsamt størri mun farnar at undir at byggja íbúðarbygningar, har fólk hava høvið at keypa sær eina eigaraíbúð.


Stutt fyri jól var størsta íbúðarbyggingin av hesum slag í Føroyum tikin í nýtslu. Bygningarnir liggja við Velbastaðvegin og fevnir øll byggiætlanin um um átta bygningar við 12 íbúðum í hvørjum í trimum ymsum støddum. Við serliga breiðum hurðum og lyftu í hvørjum bygningi, er eisini lagaligt hjá fólki í koyristóli at koma fram.


Bygningarnir eru viðlíkahaldsfríir, meðan eigarafelagið hevur ábyrgdina av felagsøkjunum uttanfyri, so sum spæliplássi og líkn.

Sambært tíðarætlanini verða allir átta bygningarnir við teimum í alt 96 íbúðunum tiknir í nýtslu við árslok í ár.