ÍF vann klárt á Fram

Flogbóltur, menn: Tað var lagt upp til spennandi dyst á Kambsdali millum ÍF og Fram leygardagin, men spenningurin kom ongantíð

Undan hesum vikuskiftinum var ÍF einasta liðið, sum hevði vunnið allar sínar dystir og tað vóru teir eisini eftir dystin móti Fram.

Teir vunnu ein greiðan 3-0 sigur á havnarmonnum, sum annars vóru mettir at hava ein av frægastu møguleikum at vinna á ÍF. Fram hevur innanfyri stutt tíðarskeið bæði vunnið á Fleyr og á Mjølnir og tí var væntandi, at teir fóru at geva oddaliðnum úr Fuglafirði skarpan gang.

Tá ein so eisini hevur í huga, at Fram vann báðar dystirnar móti ÍF í FK-kappingini hjá Fleyr um miðjan november mánað, so vóru eisini allar góðar grundir til at teir høvdu ein møguleika at vinna dystin.

Men so varð ikki. Sigur til ÍF og tap til Fram var úrslitið, og tað var enntá so greitt sum tað kundi. 3-0 og settsigrarnir hjá ÍF vóru rættuliga greiðir má sigast. 15-8, 15-6 og 15-2 til ÍF, so har var ongantíð nakar ivi um hvør tað var sum átti dystin.


ÍF er væl fyri

Hjá fuglfirðingum má hetta sigast verða ikki eiti á fjøður í hattin. ÍF hevur í nógv ár havt eitt rættuliga gott lið og teir hava í fleiri ár blandað seg í toppstríðið, tó uttan at kunna leggja seinasta trumfin á borðið so at teir gerast meistarar. Tó so, einaferð eydnaðist tað kortini og tað var í 1989. Tá høvdu fuglfirðingar góðan styrk av framúrskarandi dana, sum avgjørt var besti spælarin teir høvdu á liðnum tá.

Soleiðis er ikki í dag. Flestu leikararnir á FM-liðnum eru burtur og nýggjar yngri kreftir eru slopnar framat og teir hava víst, at teir ikki bara hava evnini at vinna. Teir hava eisini viljan og hann er sera týdningarmikil ? eisini í hesi ítróttargrein.

Tað, sum hevur sermerkt ÍF í ár fram um onnur ár er, at teir hava fingið sum mest burtur úr tí stóru breidd, sum er á liðnum. Tað man ikki vera felag í landinum, sum hevur so góðar spælarar á øllum plássum.

Blokaduspælið er sera effektivt og tað hjálpir verjuni, sum annars hevur ótrúliga góð plaseringsevni, at vera á røttum stað til rætta tíð. Harafturat eru allir spælararnir góðir álopsspælarar, sum sláa sera hart og neyvt.


Løgdu lok á beinanvegin

Í dystinum leygardagin vildu fuglfirðingar ikki at tað skuldi verða nakar ivi um hvønn veg sigurin skuldi fara. Teir løgdu út sum eitt óløgi og fingu sær góðan fyrimun beinanvegin. Úrslitið var, at Fram-leikararnir hingu við høvdunum. Einki skil var á móttøkuspælinum og á tann hátt settu teir egna hevara sín í eina vónleysa støðu.

Álopsvariantarnir gerast fáir tá móttøkan er vánalig, men hinumegin hevur mótstøðuliðið lætt við at seta eina tætta blokadu fyri at verja móti álopunum. Og tá so er, kann gera tað sama, um tað er Sigmund ella Jens Heri, sum er í álopinum hinumegin.

Og hetta var júst trupulleikin hjá Fram leygardagin. Móttøkurnar vóru sera, sera vánaligar og tí hevði ÍF lætt spæl í verjuni.

Fyrsta settið endaði 15-8 til ÍF og so var linjan løgd fyri restina av dystinum.


Hildu dampinum uppi

Fuglfirðingar høvdu nú fingið sjón fyri søgn um, at Fram var í upploysn, og tí gjørdu teir tað teir kundu fyri at halda dampinum uppi og tað eydnaðist uttan stórvegis hóvasták.

Teir byrjaðu har teir góvust í fyrsta setti, og tí var einki at gera hjá Fram. Úr Fuglafirði frætta vit at fuglfirðingar vóru um møguligt enn meira effektivir í øðrum og triðja setti enn í tí fyrsta og tí var tað einasta Framleikararnir gjørdu, at bíða til teir fingu mønustingin!

Teir gingu sum húðflettir hundar á vøllinum og fingu einki ? púrt einki ? at hanga saman henda dagin.

Fuglfirðingar vunnu annað sett 15-8 og so varð farið til triðja og seinasta settið í hesum dystinum.

Tað var um reppið, at Framleikararnir vóru sendir til Havnar aftur við einum »eggi«, men tað eydnaðist teimum kortini at fáa tvey stig í triðja setti, tíbetur fyri teir. ÍF legði seinasta trumfin út, men har var einki mótspæl hinumegin netið. Framleikararnir høvdu lagt »høvdið« eftir í Havn og tí vórðu teir spældir út av vøllinum av fuglfirðingum.

ÍF gjørdi ikki mætari enn at vinna triðja sett so greitt sum 15-2 og so var arbeiðið liðugt fyri tann dagin.


Sørvingar fyri tørni

Hetta var næstseinasti dysturin hjá oddaliðnum úr Fuglafirði áðrenn farið verður undir annan part av landskappingini fyri árið. Stigini verða býtt í helvt, og tað er nakað sum bendir á at ÍF fer undir næsta umfar við fullum stigatali (hálvum!). Einasti dystur teir hava eftir áðrenn jól er móti SÍ í Sørvági næsta sunnudag og har er ikki annað væntandi enn ein greiður 3-0 sigur til ÍF.

Sørvingar vóru í Fuglafirði og leiktu móti næstbesta liðnum leygardagin og tað teir vístu har var ikki gott. Meir um tað aðrastaðni.

Sum nevnt fleiri ferðir fyrr, so er ÍF higartil besta boð uppá ein nýggjan meistara í mansflogbólti í ár. Teir hava breiddina og eru uttan iva tað liðið, sum hevur víst tað mest støðuga spælið. Hartil hava teir eisini víst, at teir hava røttu »andaligu« styrkina til eisini at vinna dystir, tá teir spæla minni væl.