FLOGÓLTUR
Gongdin hjá ÍF hevur verið sera góð í ár. Teir hava ligið á odda alla kappingini, og undan dystinum ímóti Fram høvdu teir bert tapt tann eina dystin, tá teir máttu lúta í Klaksvík fyri Mjølni. Hevur gongdin hjá ÍF verið góð í ár, so kunnu vit ikki siga júst tað saman um Fram. Vónirnar vóru góðar undan kappingini, men teir hava ikki heilt livað upp til tær í grundspælinum. Hetta var tó fyrsti dystur í endaspælinum, so nú hevði Fram ein møguleika at venda keðiliga gongdini, og við einum sigri kundu teir minka um munin niður í eitt stig upp til ÍF.
Fram leyp avstað
Fyrstu løtuna var eisini líkt til, at Fram hevði lagt sær hetta í geymað, tí teir byrjaðu sum eitt satt ódnarveður. Í fyrsta settinum løgdu teir bragdliga fyri, og ikki gekk long tíð, so høvdu teir vunnið seg fram um ÍF. Sum settið leið øktu teir bara um leiðsluna, og ímóti endanum var greitt, at ÍF fór ikki at fáa Fram aftur. Fyrsta settið vann Fram trygt 17-25.
Í øðrum setti var gongdin á leið tann sama. ÍF tóktist tó vera heldur betri við hetta settið, men allíkavæl sá út til, at Fram vildi heldur meir. Úrslitið av øðrum setti gjørdist 20-25, og nú sá ikki gott út hjá oddaliðnum, sum helst skuldi vinna dystin fyri ikki at enda undir óneyðuga stórum trýsti.
So vaknaði ÍF
Um ÍF ætlaði sær nakað í hesum dystinum, so skuldu teir vinna restina av settunum. Gongdin hevði verið betur í øðrum setti hjá ÍF, og hetta bygdu teir víðari á í triðja setti. Her fekk ÍF betru byrjanina, og nú tóktust teir vera oman á. Mitt í settinum høvdu teir vunnið seg fram um Fram, men munurin var ikki so stórur, Móti endanum gjørdist tó greitt, at hetta settið fóru fuglfirðingarnar at vinna, og Fram fekk heldur ikki ÍF aftur. Úrslitið av triðja setti gjørdist 25-20 til heimaliðið, og nú var ÍF komið í gongd.
Í fjórða setti koyrdi ÍF á. Nú høvdu teir veruliga funnið stevið, og hetta settið fekk Fram ikki eitt bein til jørðina. ÍF snøgt sagt hølvaði teir av.
Javnbrótari mátti tí til fyri at finna ein vinnara, og ÍF tóktist vera betri fyri til javnbrótaran. Teir høvdu vunnið síðstu tvey settini, og nú høvdu teir veruliga fingið gongd á spælið. ÍF legði eisini betri fyri í fimta settið, og mitt í settinum høvdu teir vunnið seg nøkur stig fram um. Fram royndi av øllum alvi at berja seg inn aftur í dystin, men skjótt var greitt, at teir høvdu ikki kreftirnar at koma aftur. ÍF var aftur nógv betra liðið í fimta settið, sum endaði við einum tryggum 15-9 sigri til ÍF.
Sostatt megnaði ÍF at venda einum hóttandi tapi, og at enda vunnu teir 3-2 ímóti einum væl kempandi Fram-liðið, sum í stórum pørtum av dystinum líktist einum greiðum vinnara. Við sigrinum varðveitir ÍF oddasessin, meðan Fram ikki tykist hava stórar møguleikar í FM-stríðnum longur.