Fótbóltur
Umframt Løgmanssteypið er eisini ein dystur í Formula-deildini á skránni mikukvøldið. Hesin er millum ÍF og GÍ, og er talan um nýggjan dyst, eftir at Kappingarnevndin hjá FSF gjørdi av, at nýggjur dystur skuldi spælast. Hetta tí ÍF í upprunaliga dystinum hann endaði 2-2 hevði 12 mans á vøllinum ta løtuna, sum teir løgdu seg á odda 2-1.
Tað stigið má ÍF so veittra farvæl til, men hinvegin gevur nýggi dysturin teimum møguleika at vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna, áðrenn teir skulu til Vágs, har botngysarin móti VB/Sumba er á skránni.
GÍ hinvegin er eisini farið at leingjast eftir einum sigri. Síðani teir í juni mánaði løgdu seg á odda í Formula-deildini við sigri á HB, hevur verið púrasta svart hjá teimum. Og í tíggju Formula-uppgerðum er eingin sigur komin til høldar.
Bæði fullmannað
Og sum skilst, so eru báðir partar fullmannaðir, tá farið verður undir dystin í Fuglafirði. Hvørki skaðar ella leikbann gera um seg hjá liðunum, men tað skal leggjast afturat, at verður ikki ansað eftir, so kann hetta skjótt henda.
Soleiðis eru Høgni Zachariassen, Bartal Eliasen, Fritleif í Lambanum, Alexandar Jovevic og Tórður Lervig allir bert eitt gult kort frá leikbanni í Vági. Hjá GÍ er tað bert Símun Louis Jacobsen, sum á sama hátt er á markinum undan hesum dystinum.