ÍF vildi meira

Dysturin á Argjum skar út í papp, at AB veruliga líkist einum botnliði í løtuni, tí ímóti ÍF høvdu argjamenn einki at bjóða. Hinvegin vóru fuglfirðingar tolnir og tryggir og vunnu fult uppiborið

Eftir 0-2 ósigurin á heimavølli í gjár, er støðan lítið hugalig hjá AB, sum í teimum fyrstu seks dystunum bara hevur fingið skavað sær tvey stig saman. Tað munar ikki nóg nógv, men verður mett út frá avrikinum Inni í Vika í gjár, tá ÍF vitjaði, so er AB heldur ikki betri enn tað sama.
Allan dystin vóru tað fuglfirðingar, ið myndaðu spælið og høvdu bóltin nógv mest. Í fyrra hálvleiki, tá tað yvirhøvur var sera deydligt, spurdust so at siga eingir veruligir málkjansir burturúr, men eftir steðgin fekk ÍF víst, at liðið veruliga ætlaði sær sigurin.
– Vit vildu og skuldu hava trý stig, so tí eru vit væl nøgdir. Seinni hálvleikur var góður, men tað var heldur linligt í fyrra hálvleiki. Men eg haldi, at vit søktu sigurin meira, og tað serliga í seinna hálvleiki, segði Øssur Dalbúð, ið skoraði fyrra málið hjá ÍF og legði upp til tað seinna.
– At vit komu á odda, loysti eitt sindur upp hjá okkum, og tá fingu vit eisini fleiri kjansir. Vit skuldu gjarna havt fleiri stig, men hesi trý í dag hjálptu væl til, hóast vit kundu ynskt okkum nøkur fleiri burtur úr onkrum av hinum fyrru dystunum.

ÍF vildi meira
Ein hending, ið setti sín dám á dystin, var skaðin hjá AB-verjuspælaranum, Morten Overgaard, tá bara eitt korter var farið. Eftir eina takling bleiv hann liggjandi, og tá hann reistist aftur, fekk hann ikki sett fótin til, men mátti styðjast út av vøllinum og kom ikki innaftur.
Hetta merkti, at AB mátti umskipa sær liðið, men longu áðrenn var tendensurin farin at vísa seg, tí ÍF vísti gott tol og royndi at byggja upp alla tíðina. Skiftivís blivu Dánjal á Lakjuni og Andy Olsen sendir avstað í hvør sínari síðu, men tað spurdist líkasum ikki meira burturúr. Í seinna hálvleiki gjørdist tað meira miðvíst, tí beinanvegin sást, at fuglfirðingar veruliga ætlaðu sær sigurin.
Fyrra málið kom eftir álop í vinstru síðu, har Nenad Saric sendi Andy Olsen avstað og síðani sjálvur rann í góða skotstøðu, men rakti ikki, tá Andy sendi innfyri. Men Øssur Dalbúð var klárur at taka av í øðrum umfari, og so var 1-0 til ÍF.
Øssur var síðani upphavsmaðurin til 2-0, tá hann fekk bóltin frammi í AB-brotsteiginum, men datt. Tó reistist hann beinanvegin aftur og vann bóltin, snaraði sær á og spældi innfyri til Nenad Saric, sum púra fríur fyri opnum máli bara skuldi seta innarsíðuna á.

Ikki nóg gott
Argjamenn hava ikki havt eina serliga hugaliga viku, tí týskvøldið taptu teir í Runavík og nú á heimavølli. Í Runavík vóru teir lítið verdir eftir steðgin, og tíverri fyri teir, so sá út til, at teir hildu fram í sama stíli at kalla allan dystin í gjár, sum nokk var tann ringasti hjá AB leingi.
– Vit eru bara ikki nóg góðir. Hesa ferð var tað soleiðis, at tað liðið, sum fekk fyrst mál, vann dystin, men tíverri vóru tað teir og ikki vit. Vit royndu at fáa spælið at koyra, men tað riggaði bara ikki hjá okkum, staðfesti AB-miðvallarin, Evrard Blé.
– Eg haldi, at spælararnir geva ov skjótt upp, men eg kann ikki geva nøkrum øðrum skyldina, tí eg eri sjálvur ein. Nú er støðan bara so mikið álvarslig hjá okkum, at nú má okkurt gerast, áðrenn tað verður ov seint. Vit mugu stríðast meira, tí hetta er ikki nóg gott hjá okkum.