ÍF vitjar á Toftum

Í kvøld klokkan 18.30 er seinasti dysturin í 3. umfari í vodafonedeildini á skránni.

 

Fuglfirðingar, sum hava fingið eina góða vitjan við fýra stigum aftaná tveir dystir vitja á Svangaskarði. ÍF vann fyrst 2-1 á NSÍ á útivølli, og heima fingu teir javnleik 1-1 ímóti silvurvinnarunum, EB/Streymi.

 

B68 byrjaði sum eitt ódnarveður í fyrsta umfari, tá teir vunnu ein knúsandi 5-0 sigur á B71. Farna vikuskiftið tapti B68 1-3 ímóti B36 í Gundadali.

 

Jóhan Petur Poulsen var rikin av vølli og hevur tí leikbann til dystin ímóti ÍF í kvøld. Eiler Rasmussen verður dómari til ta spennandi eysturoyaruppgerðina í kvøld, har liðið sum vinnur kann vinna seg uppí oddin.