Oddaliðið úr Manhester United megnaði ikki at syfta Middlesbrough, tá ið liðini møttust í kvartfinaluni í FA Cup leygardagin 10. mars. Tískil bresta liðini saman á Old Trafford í kvøld. Manchester United má sigast at vera favorittur, men Middlesbrough var tættari sigrinum í fyrra dystinum. So lagt er upp til ein spennandi dyst í kvøld.
Chelsea munnu vera fegnir um dystin á White Hart Lane í kvøld. Teir vóru aftanfyri 1-3 ímóti Tottenham í kvarfinaluni næstseinasta sunnudag, men fingu við neyð og deyð bart seg upp á 3-3. Tottenham hevur av álvara funnið góða spælið fram aftur í seinastuni, so tað verður ikki lætt hjá meistarunum úr Chelsea at vinna hettta London-brakið.
Dystirnir byrja kl. 20 í kvøld. Vinnarin av Manchester United og Middlesbrough møtir Watford í hálvfinaluni, meðan Blackburn bíðar vinnaranum av Tottenham og Chelsea.