Føroyar hava framvegis hægsta vinnutíttleika í Evropa

Í 2024 var vinnutíttleikin millum tey 15 til 74 ára gomlu 85 prosent, sum er hægst í Evropa.

hagstova.fo.

 

Vinnutíttleiki er lutfalsligur partur av fólkinum, sum er í arbeiðsmegini, tvs. eru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys. Í 2024 var vinnutíttleikin millum tey 15 til 74 ára gomlu 85 prosent, sum er hægst í Evropa. Vinnutíttleikin er serliga stórur millum føroysku kvinnurnar samanborið við onnur lond. Hetta vísur tann árliga kanningin av arbeiðsmegini fyri 2024.

 

Í arbeiðsmegini eru tey, sum kunnu veita arbeiðsmegi. Arbeiðsmegin fevnir um arbeiðsvirkin - sum eru starvsfólk og  sjálvstøðug vinnurekandi - og arbeiðsleys. Vinnutíttleikin (á enskum 'activity rate') telur hvussu stórur partur av fólkinum er í arbeiðsmegini.

 

Ein stórur partur av fólkinum í Føroyum hevur tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin. Í november 2024 var vinnutíttleikin 85 prosent í aldrunum frá 15 til 74 ár. Vinnutíttleikin hevur seinastu árini ligið støðugt millum 83 og 85 prosent. Tað er sostatt ein stórur partur av fólkinum, sum hevur tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin. 

 

Vinnutíttleikin framvegis hægstur í Evropa

 

Tann árliga kanningin av arbeiðsmegini verður framd eftir altjóða leisti í samsvar við leiðreglurnar hjá International Labour Organisation (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Hetta ger føroysku tølini sambærlig við onnur lond í hagtalsgrunninum hjá Eurostat.

 

Hagtølini um føroysku arbeiðsmegina fyri 2024 eru samanborin við fjórða ársfjóring í 2024 hjá Eurostat. Aldrarnir frá 15 til 74 ár eru altjóða sambærliga aldursspennið, sum verður brúkt.

 

Samanberingin vísir, at vinnutíttleikin í Føroyum framvegis er hægstur í Evropa. Næsthægstur er vinnutíttleikin í Íslandi, sum er 80 prosent. Í Føroyum og Íslandi er vinnutíttleikin munandi hægri enn í hinum Norðurlondunum. Soleiðis hevur støðan verið í nógv ár. Í Svøríki og Danmark var vinnutíttleikin 74 prosent, meðan hann var 73 prosent í Noregi.

 

##med2##

 

Vinnutíttleikin í Føroyum er hægstur í Evropa, bæði hjá monnum og kvinnum. Sermerkt fyri vinnutíttleikan í Føroyum samanborið við onnur lond er, at munurin millum kynini er sera lítil.

 

Vinnutíttleikin hjá monnum í Føroyum er 87 prosent. Í Íslandi er vinnutíttleikin 85 prosent, 78 prosent í Danmark og 71 prosent í ES. 

 

Hjá føroysku kvinnunum er hann 83 prosent, meðan hann í Íslandi er 75 prosent, 71 prosent í Danmark og 61 prosent í ES. 

 

##med3##

 

Sambærligu talvuna hjá Eurostat við fleiri londum finnur tú her.

 

Serliga millum ung og eldri er vinnutíttleikin stórur

 

Vinnutíttleikin er hægri í nærum øllum aldursbólkum í Føroyum samanborið við Ísland, Danmark og ES. Munurin kemst serstakliga av, at Føroyar hava fleiri kvinnur á arbeiðsmarknaðinum. Serliga millum ung og eldri er vinnutíttleikin høgur í Føroyum samanborið við onnur lond, og hetta er galdandi fyri bæði kvinnur og menn. 

 

Millum tey 15 til 20 ára gomlu er vinnutíttleikin 73 prosent í Føroyum. Í Íslandi er hann 70 prosent, í Danmark 57 prosent og 20 prosent í ES. Millum tey 65 til 69 ára gomlu er vinnutíttleikin 67 prosent. Hjá 70 til 74 ára gomlum er hann 33 prosent, sum er meira enn tvífaldað av vinnutíttleikanum í Íslandi og Danmark. 

 

##med4##

 

Vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum er væl oman fyri vinnutíttleikan í øðrum londum í nærum øllum aldursbólkum. Danmark og Ísland hava sama vinnutíttleika fyri kvinnur í aldursbólkinum 25 til 29 ár. 

 

##med5##

 

 

 

Hjá monnum er munur millum Føroyar og hini londini at síggja hjá teimum yngru og teimum eldru.  Í aldursbólkunum frá 25 árum og fram til 50 ár er vinnutíttleikin á leið tann sami sum í øðrum londum, og serliga liggur Føroyar tætt at vinnutíttleikanum í Íslandi. 

 

##med6##

 

Talvuna hjá Eurostat við aldursbólkum finnur tú her.

 

 

 

Um kanningina av arbeiðsmegi

 

Tann árliga kanningin av arbeiðsmegini verður framd eftir altjóða leisti í samsvar við leiðreglurnar hjá International Labour Organisation (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Hetta ger føroysku tølini sambærlig við onnur lond í hagtalsgrunninum hjá Eurostat. Tølini eru gjørd upp við fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum. Tey eftirverandi, á leið 9.500 óskrásettir persónar, verða bólkaði út frá eini stakroynd á 1.300 persónar, sum verða uppringd til spurnakanning.  Kanningin verður gjørd seinast í november hvørt ár, har spurt verður um arbeiðsviðurskifti í vikuni, sum 15. november er í. 

 

Í spurnakanningini verða øll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningarvikuni, flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Teljingin og spurnarkanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár.

 

Í arbeiðsmegini eru øll vinnuliga virkin, so sum starvsfólk, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri arbeiðsmegina eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav og ikki hava nakað lønandi arbeiði, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum orsøkum.

 

Áðrenn 2015 bygdu tølini ikki á skráir, men høvdu støði burturav í spurnakanningini, ið varð upproknað til fulla arbeiðsmegi. 

 

Gev gætur at arbeiðsloysið í hesi kanningini kann ikki beinleiðis samanberast við hini arbeiðsloysistølini hjá Hagstovuni, ið eru grundað á skráir hjá arbeiðsloysistryggingini (ALS) og Almannaverkinum. 

 

Orðalýsingar:

 

  • Arbeiðsmegin eru fólk virkin á arbeiðsmarknaðinum og fevnir um tey arbeiðsvirknu og tey arbeiðsleysu.
  • Fólkatalið í hesari uppgerð er talið av fólki í arbeiðsførum aldri (15-74 ár).
  • Vinnutíttleiki er arbeiðsmegin í prosent av fólkatalinum í arbeiðsførum aldri (15-74 ár). Á enskum nevnt “activity rate”.
  • Arbeiðsvirkin í % av fólkatalinum eru tey arbeiðsvirknu í prosent av fólkatalinum í arbeiðsførum aldri (15-74 ár). Á enskum nevnt “employment rate”.
  • Arbeiðsloysi er arbeiðsleys í prosent  av arbeiðsmegini.
  • Feingi er vøru- ella gerðabýti ella annar ágóði, ið ikki er peningur.
  • EA eru tey 20 londini, ið nýta evruna sum gjaldoyra (EA20, 2023).
  • ES eru tey 27 londini í Evropasamveldinum (ES27, 2020).

 

Vís fleiri grafar