Tíðindaskriv:
Vinafelagið Føroyar – Ísrael bjóðar í kvøld tann 18. september kl. 19:00 til fyrileystrar í Finsen í Tórshavn.
Umboð frá Jewish Agency, sum arbeiðir við neyðhjálp til familjur raktar eru av yvirgangsatsóknum, koma at leggja fram.
Raz, hevur starvast í felagsskapinum yvir 17 ár og hon er leiðari á "Victims Fund of Terror", sum veitir bráðfeingis- og langtíðar stuðul til einstaklingar og familjur, raktar av yvirgangi.
Fyrileysturin lýsir arbeiðið á staðnum og skipanina kring neyðhjálp og stuðul.
Tiltakið er skipað í samstarvi við Keren Hayesod, sum Vinafelagið Føroyar – Ísrael hevur samstarvað við í nærum 20 ár.
Øll sum hava eitt hjarta fyri Ísrael eru vælkomin at luttaka og fáa innlit í skipanirnar, sum verða nýttar í arbeiðinum.
Løgreglan tryggjar øki, soleiðis at fólk kunnu trygt koma og fara!
Vinafelagið Føroyar-Ísrael