Ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum

Fýra bilførarar vórðu tiknir fyri ov nógva ferð, og ein persónur varð tikin fyri at stjala í handli

Løgreglan gjørdi í gjárkvøldið ferðmátingar í Eysturoy, og har vórðu fýra bilførarar skrivaðir fyri at koyra ov skjótt. Ein teirra varð tikin fyri at koyra 125 km um tíman, og tað gevur treytaða frádøming av koyrkortinum. Hon var tikin fyri at koyra 113 km um tíman, og tað var á vegnum millum Fuglafjørð og Kambsdal.

Tveir vórðu tiknir fyri at koyra av skjótt innanbíggja í Leirvík, har mest loyvda ferð er 50 km um tíman. Teir koyrdu ávikavist 71 og 71 km um tíman, sum gevur teimum hvør sítt klipp í koyrikortið.

Hetta var millum klokkan 19 og 21 í gjárkvødlið.

Í gjárkvøldið kom aftur ein fráboðan um, at onkur hevði verið í einum handli og stolið. Vakmyndatól avdúka, hvør persónurin var, so løgreglan fer at fáa fatur á viðkomandi. Talan var um ein øgiliga lítla upphædd, sigur vaktleiðarin á politstøðini.