Herfyri varð ein mannleysur frítíðarbátur funnin út fyri Harstad í Noregi.
Tað var ein maður í sjeytiárunum, sum átti bátin, og sum tíðin leið, og leitingin eftir manninum var úrslitaleys, varð roknað við, at maðurin var druknaður.
Bæði løgregla, bjargingartænasta og sjálvboðin leitaðu.
Men, seinasta leygardag eydnaðist tað norsku løgregluni og verjuni at finna eitt lík á heili 97 metra dýpi.
Tað eydnaðist løgregluni at bjarga líkinum upp úr dýpinum og átaksleiðarin á løgreglustøðini í Harstad, Alexander Fossum,segði, at hetta helst er líkið av manninum, sum hevur verið saknaður.
Sambært tíðindastovuni NTB var tað ein undirsjóvardrona, sum fann líkið, og tá dýpið á leiðini var avbjóðandi, luttóku bæði norska verjan og bjargingartænastan í leitingini og bjargingini av líkinum.
Vit kunnu leggja aftrat, at hendingin í Noregi vísir, hvussu nógv verður gjørt í Noregi í royndini at loysa gátuna, tá fólk hvørva á havinum, og eingin veit, hvar tey eru.
Tað er ógvuliga trupult at vera avvarðandi og ikki vita, hvar likamið á tí saknaða er, og tað eru mong dømir um fólk, sum hava mist, ið siga, at bara tey høvdu eina grøv at vitja.
##med2##
Í hesum førinum eydnaðist tað at finna líkið av manninum, sum á ein ella anna hátt var dottin úr báti sínum, sum rak mannleysur á havinum.
Hóast líkið lá á heili 97 metra dýpi, eydnaðist tað løgreglu, bjargingartænastu og verjuni í felag at loysa gátina um saknaða mannin.
Sera flott, má sigast, og eitt fantastiskt arbeiði, sum her hevur verið gjørt - til gleði og troyst fyri tey, sum mistu.