Faðir og sonur á sama liði

Tað hoyrir til undantøkini, men veruleikin er, at Kyndil í løtuni hevur eitt feðgapar á vøllinum, tá spælt verður. Jónleif Sólsker er við sínum 42 ár ein av veruligu veteranunum hjá Kyndli, og hann ætlaði sær neyvan at spæla við sjálvur, nú næsta ættarliðið er um at taka yvir. Millum spælararnar hjá Kyndli er nevnliga eisini Andreas Sólsker, sum í fleiri ár hevur givið lyfti um, at hann verður ein av komandi stuðulsspælarunum hjá Kyndli. Øll ungdómsárini hevur hann eisini spælt við 5-talinum hjá pápanum, sum í løtuni má hann so taka til takkar við 2-talinum, tí so leingi, sum Jónleif spælir, hevur hann ikki ætlanir um at sleppa 5-talinum.