Fáa 10 prosent av tryggingargjaldinum aftur

Kundar hjá Betri Trygging fáa nú part av tryggingargjaldinum aftur

Hesum boðar Betri frá í tíðindaskrivi í morgun. Har sigur felagið, at grundarlagið hjá Betri altíð hevur verið, at limirnir eiga felagið.

 

– Betri hevur havt stóran leiklut í menningini av okkara samfelag – bæði tá tað snýr seg um at gera íløgur í føroyska samfelagið, og tá tað snýr seg um at stuðla samfelagsgagnligum endamálum. Nú verður farið eitt stig víðari: Tí partur av tí, sum felagið forvinnur á hvørjum ári, verður nú goldið beinleiðis út til limirnar, skrivar felagið.

 

Árið 2021 hilnaðist væl og er í uppskoti at avseta 40 milliónir krónur til endamálið. Hetta svarar til, at áleið 10 prosent av tryggingargjaldinum hjá hvørjum einstøkum tryggingartakara verður útgoldið.

 

– Orsøkin til, at útgjaldið er sett í mun til tryggingargjøldini til Betri Trygging er, at tú sum tryggingartakari í Betri Trygging ert limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri-samtakið. Rætturin til at fáa lut í tí, sum samtakið forvinnur, er knýttur at hesum limaskapi, skrivar Betri.

 

Tað er Umboðsráðið, sum á aðalfundi endaliga ásetur, hvussu nógv verður býtt út til limirnar.

 

Aðalfundur felagsins verður í apríl, og eftir aðalfundin verður avsetta upphæddin goldin út. Miðað verður ímóti at býta út á hvørjum ári. Upphæddin er tengd at fíggjarstøðuni hjá felagnum.