Mentanargrunnur Landsins hevur nú gjørt av, hvussu starvslønir til listaligt og mentanarligt arbeiði í 2014 verða býttar.
Hóast nøvnini ikki eru almannakunngjørd enn, so skilir in.fo, at Mentanargrunnur Landsins hevur gjørt av, hvussu tær verða býttar. Tey, ið fáa starvslønirnar, skulu fyrst hava boðini, áðrenn tey verða almannakunngjørd.
Mentanargrunnurin kann lata umsøkjarum starvslønir við støði í listaligum og fakligum metingum av verkevni ella verkætlan.
Endamál hjá grunninum er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentamálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.
Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis:
1 starvsløn galdandi í 3 ár og starvslønir galdandi í 1 mánað til 12 mánaðir.
Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. oktober 2012 er kr. 24.696,87 um mánaðin.
Í fjør vórðu lætnar tilsamans 102 mánaðarlønir fyri góðar 2,5 milliónir til listaligt og mentanarligt arbeiði.
Tilsamans vóru 94 umsøkjarar, ið søktu um starvsløn fyri slakar 25 milliónir krónur. Av teimum vóru 30 umsóknir játtaðar.
Í fjør gjørdi nevndin av ikki at lata eina trý ára starvsløn. Tann avgerðin varð grundað á, at so nógvar dygdargóðar umsóknir vóru um starvsløn í styttri tíðarskeið. Og av tí, at nevndin gjørdi av at játta fleiri av hesum umsøkjarum starvsløn, var ikki rúm fyri at játta eina trý ára starvsløn í ár.
Íverksetanarstudningur varð latin 2 umsøkjarum – kr. 150.000 tilsamans. Umsøkjararnir vóru 8 í tali.
Enn er ikki greitt, hvussu nógvar starvslønir verða lætnar í ár – ella hvussu býtið verður. Men tað frætta vit um í næstum.
Men í fjør fingu hesi starvsløn:
Hanni Julius Bjartalíð | 12 | mánaðir |
Sissal Kampmann | 12 | mánaðir |
Bárður Eklund | 6 | mánaðir |
Lena Anderssen | 6 | mánaðir |
Sakaris Fríði Stórá | 6 | mánaðir |
Tróndur Patursson | 6 | mánaðir |
Andras Olsen | 3 | mánaðir |
Annika Y. Skaalum | 3 | mánaðir |
Bárður Oskarsson | 3 | mánaðir |
Bjarni Restorff | 3 | mánaðir |
Janus á Húsagarði | 3 | mánaðir |
Jens L. Thomsen | 3 | mánaðir |
Johnny Thomsen | 3 | mánaðir |
Rakel Helmsdal | 3 | mánaðir |
Silja Strøm | 3 | mánaðir |
Vígdis Hentze Olsen | 3 | mánaðir |
Anton Petersen | 2 | mánaðir |
Dánjal á Neystabø | 2 | mánaðir |
Elin Henriksen | 2 | mánaðir |
Guðrið Poulsen | 2 | mánaðir |
Gunnar Restorff | 2 | mánaðir |
Marjun Bæk | 2 | mánaðir |
Randi Samsonsen | 2 | mánaðir |
Ria Tórgarð | 2 | mánaðir |
Súsanna Tórgarð | 2 | mánaðir |
Vár Berghamar Jacobsen | 2 | mánaðir |
Beinta Clothier | 1 | mánað |
Gunnvá Zachariasen | 1 | mánað |
Hans Tórgarð | 1 | mánað |
Mikael Blak | 1 | mánað |