Fáa eina millión afturat næsta ár

- Vit hava verið undirmannað, men næsta ár verður støðan nógv betri, sigur leiðarin á Rásini

- Vit hava ikki kunna givið næmingunum at tilboð, sum er nógv gott.

Tað ásannar Sonni Djurhuus, leiðari á Rásini í Saltangará.

Fyrr í morgun skrivaðu vit, at foreldur at børnum á Rásini, sum er ein skúli og samdøgursstovnur fyri ung við menningartarni, hava gjørt politiska myndugleikan varugan við, at tað eru ov fá starvsfólk um tey, sum búgva á Rásini, og ganga í skúla har.

 

Avleiðingin kann vera, at tey kunnu verða verri fyri á Rásini, enn tey vóru, tá ið tey komu.

 

 

Les eisini: Kunnu vera til skaða fyri seg sjálvan

 

 

Sonni Djurhuss ásannar, at Rásin hevur verið undirmannað, og tað hevur hann gjørt politiska myndugleikan varugan hesi seinastu árini. Avleiðingin av tí, er, at fáa ikki givið teimum ungu, sum eru á Rásini, eitt tilboð, sum er nóg gott.

 

- Tað er serliga einstaklingaundirvísingin, sum er darvað av hesum, sigur hann.

 

Men hann sigur, at alt bendir á, at trupulleikin verður loystur, tí á fíggjarlógini fyri næsta ár, er játtanin til Rásina hækkað eina góða millión.

 

Játtanin er 2,715 millión krónur, men næsta ár er ætlanin at hækka hana upp í 3,8 milliónir krónur.

 

- Sostatt fáa vit sett tvey starvsfólk afturat, og tað fer at gera okkum nógv betri før fyri at geva teimum ungu á Rásini eitt gott tilboð, sigur Sonni Djurhuus.

 

- Eg haldi, at Rásin hevur gjørt eitt gott arbeiði, hóast stovnurin hevur verið undirmannaður, men verðru fíggjarlógin samtykt, so at vit fáa tvey starvsfólk afturat, fer tað at geva okkum nógv betri møguleikar, leggur hann afturat.