Tað er feitt at hava vinir, men tó er eitt mark fyri hvussu nógvar vinir ein kann hava. Soleiðis er í øllum førum veruleikin á tí væl umtóktu heimasíðuni Facebook. Hóast hennara stjørnu status, vildi umsitingin hjá Facebook ikki gera nøkur undantøk. Reglugerðin hjá Facebook sigur nevniliga, at tað ikki er loyvt at hava fleiri enn 5000 vinir, í øllum førum ikki sum einstaklingur.
Katie Price ? vanliga nevnd Jordan ? fór yvir marki, og hevur júst uppliva at blíva blaka út av Facebook. Hetta skrivar bretska blaði The Sun.
Vanliga kunnu fyritøkur, stovnar og felagsskapir fyri vælgerandi endamál fáa loyvið til at fara upp um vina markið sum sigur 5000 vinir, men hetta er ikki gjørligt hjá einstaklingum, óansæð hvør viðkomandi er.
Modellin Jordan hevur ongar ætlanir um at góðtaka reglugerðina hjá Facebook, og hon stríðist nú fyri at fáa sína síðu opnaða aftur.
- Eg havi sett meg í samband við Facebook, og havi biði tey um at síggja tær reglugerðir tey hava revsa meg eftir. So lætt sleppa tey ikki av við meg, sigur Jordan við The Sun.