Faðir og synir bera hoyggj

Ein slik bygdarmynd er ikki so vanlig at síggja nú á døgum, tá øll og alt verður koyrt í bili.

Ein slik bygdarmynd er ikki so vanlig at síggja nú á døgum, tá øll og alt verður koyrt í bili. Fólk fáa líka sum ikki í lag at lata bilin standa og heldur gera sær ein túr burturúr, tá høvið býðst.

 

Hesa myndina tóku vit við Mølheyggjar á Sandi í gjárkvøldið, tá faðir og synir bóru hoyggj úr hoyggjhúsinum á Klovanum á Sandi um Mølheyggjar og yvir á Sandar hinu megin ánna, sum rennur oman úr Sandsvatni.

 

Veðrið var gott hesa løtu, og tað var turt. Hóast bilur stóð í túninum, tá farið varð frá húsum, valdu feðgarnir heldur at gera sær ein túr burturúr. Samstundis sluppu dreingirnir eisini at royna seg við at bera hoyposarnar við fetli á høvdinum.