Fyrrverandi wrestlarin Hulk Hogan vann í gjár sakarmálið móti Gawker Media og fær 760 milliónir krónur í endurgjaldið.
Gawker Media almannakunngjørdi í 2012 eina sexfilm, har wrestlarin hugnar sær við Heather Clem, sum er fyrrverandi kona besta vin hansara. Hulk Hogan vil vera við, at tað er maður hennara, sum stendur aftan fyri upptøkutólið. Hann sigur, at Gawker Media ongantíð hevur sett seg í samband við nakran av teimum trimum um filmin, áðrenn hann varð lagdur út á internetið.
Filmsbrotið er sæð fleiri enn sjey milliónir ferðir.
Sakførararnir hjá Hulk Hogan hava víst á, at hóast hann er ein almennur persónur, so má vera mark fyri, hvat ein skal finna seg í verður almannakunngjørt.
Verjarnir hjá Gawker Media hava hinvegin víst á, at hetta er ein maður, sum livir av uppmerksemi. Harumframt vísa einans níggju sekund av filminum nakran seksuellan aktivitet. Gawker Media vísti eisini á, at minst tvær aðrar heimasíður løgdu filmin út áðrenn Gawker Media.
Nevningarnir vóru tó ikki sinnaðir at vekja teirra verju ans og dømdu til fyrimuns fyri Hulk Hogan.
Stjórin í Gawker Media sigur, at tað er sera sannlíkt, at heimasíðan fer av knóranum, nú hon skal rinda eitt so stórt endurgjald. Hann hevur tó enn ikki avgjørt, um dómurin skal kærast inn fyri hægri rætt.