Sjálvt um Henrik Old tekur sæti á tingi, tá tingfundur verður klokkan 10 mikumorgunin, so fær hann kortini onga løn sum tingmaður. Tað fær hann ikki fyrr enn í fyrsta lagi 1. apríl næsta ár.
Orsøkin er nýggja lógin um samsýning og eftirløn landsstýrismanna. Tí sambært hesi lóg ber tað ikki longur til hjá politikarum at fáa dupulta løn sum bæði landsstýrismaður og løgtingsmaður. Eftir gomlu skipanini, fekk landsstýrismaður, sum fór frá, samsýning sum landsstýrismaður í hálvt ár samstundis sum hann fekk løn úr Løgtinginum, um hann aftur fór í tingið.
Henrik Old er tann fyrsti landssstýrismaður, sum fer frá eftir nýggju lógini, sum løgmaður kunngjørdi 15. september í 2015. Hann verður tí eisini tann fyrsti løgtingsmaðurin, sum kann sita á Løgtingi uttan løn frá Løgtinginum í eitt hálvt ár, tí hann fær løn sum landsstýrismaður.
Treytin fyri fráfaringarsamsýning hjá landsstýrismanni er, at um hann hevur verið landsstýrismaður í upp til eitt ár, hevur hann rætt til samsýning í tríggjar mánaðir eftir, at hann er farin frá. Hevur hann verið landsstýrismaður í minsta lagi eitt ár, hevur hann rætt til samsýningina í seks mánaðir eftir at hann er farin frá.