Fær samkynt hjúnalag ávirkan á fólkaskúlan?

- Sleppa lærarar framvegis at endurgeva úr Bíbliuni, spyr Bill Justinussen

Hvørjar avleiðingar fer tað at fáa fyri fólkaskúlan í Føroyum, verður uppskotið um at loyva samkyndum hjúnalagi, samtykt.

 

Tað skal Rigmor Dam, landssstýriskvinna, nú greiða Løgtinginum frá.

 

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, vil hava hana at greiða frá, um tað so framvegis fer at bera til at endurgeva tekstir út Bíbliuni í undirvísingini.

 

Rigmor Dam skal eisini greiða frá, um lærarar, við siðbundnari hugsan um hjúnabandið, framhaldandi fara at kunna halda fast við sína hugsan í undirvísingini, og um siðbundna læran um hjúnabandið, fer at verða javnsett við tað tilfar, sum LGBT vil hava afturat?

 

Bill Justinussen vísir á, at tað stendur í Fólkaskúlalógini, at fólkaskúlin skal, í sátt og samvinnu við foreldrini, hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling.

 

- Er ætlanin at broyta hetta og hvar skal fólkaskúlin standa hugsjónarliga, vil løgtingsmaðurin hava at vita frá Rigmor Dam.

 

Hann vísir á, at tá ið uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, varð viðgjørt í Løgtinginum, varð ført fram, at fólkaskúlin verður noyddur at broyta undirvísingartilfarið, so tað samsvarar við broyttu hjúnarbandslógina.

 

- Hetta setir mong foreldur í eina stóra tvístøðu, serliga foreldur, sum vilja halda fast fast við ta siðbundnu hugsanina.

 

- Tað er gomul siðvenja í Føroyum, at foreldrini ala børnini upp eftir síni sannføring og leggja tað besta niður í børnini. Hjá stórum parti av Føroya fólki verða børnini ald upp í kristnari trúgv. Bæði heima við hús, í sunnudagsskúlanum og á barnalegum, sum kristnir felagsskapir skipa fyri, staðfestir Bill Justinussen.

 

- Tí órógvar tað mong foreldur, verður gongdin hin sama sum í grannalondunum, har hjúnarbandslógin er broytt til eisini at umfata hjúnalag ímillum tvey av sama kyni.

 

- Rætturin hjá foreldrum at læra børn síni rætt og skeivt, tykist at víkja fyri rættinum hjá almenninginum, leggur hann afturat.