Høgni Hoydal og fleiri í Sjónvarpi Føroya hava gjørt nakrar sendingar um »Føroyamálið«, sum vit kanska kunnu nevna tað.
Fyrst eina tøkk til tykkum, sum hava prioriterað soleiðis og sum í verki hava gjørt sendingarnar.
Sjálvur gjørdist eg ikki sørt ávirkaður av serliga teirri seinastu sendingini tann 16. desember. Partar av hesi ávirkan hevur almennan áhuga og vil eg tí festa nøkur sjónarmið/spurningar á blað.
1.Vilja vit yvirhøvur liva í einum samfelag, hvørs stjórn arbeiðir, sum tann danska hevur gjørt?
2.Hvussu við teim málum, har donsk »eksperthjælp« hevur verið kjarnin í ráðgevingini?
3.Hvussu við okkara egnu, sum hava havt ein medvirkandi leiklut í Føroyamálinum?
Tað er við vilja, at eg geri hesar viðmerkingar áðrenn sjálv bankakanningin er almannakunngjørd, tí bankakanningin er gjørd av eini danskari kanningarnevnd, hvørs limir ? hóast rímiliga habilir ? sjálvir kunnu fáa trupulleikar, um teir eru ov atfinningarsamir mótvegis donsku stjórnini og Den Danske Bank.
Tað skal eisini verða løgið, um kanningarnevndin ikki leggur eina ábyrgd á føroysku umsitingina við setningum sum t.d. »? vidste eller burde på baggrund af deres embede vide at ?«.
Slíkt kann ørkymla teir spurningar, sum eg niðanfyri viðgeri og sum eru lýstir ríkiliga væl í SVF sendingunum.
Ad. 1.Vilja vit yvirhøvur liva í einum samfelag, hvørs stjórn arbeiðir, sum tann danska hevur gjørt?
Spurningurin er menniskjaligur. Kunnu vit liva við, at okkara »demokrati« í ein slíkan mun verður misrøkt? Talan er jú ikki um valdsmisnýtslu í gerandistýdninginum í einum demokratiskum samfelag. Talan er um valdsmisnýtslu á sama stigi, sum vit kenna tað í samfeløgum, sum vit hava lítlan hug at samanbera okkum við.
Eg meti, at hesin spurningurin er ein spurningur til Drotningina, sum uttan iva hevur onkran máta at seta sín dám á málið til frama fyri teirri felags uppgávu, sum tað er at halda okkum til sømiliga atferð.
Av teimum trimum spurningunum meti eg hendan vera mest álvarsligan.
Ad. 2. Hvussu við teim málum, har donsk »eksperthjælp« hevur verið kjarnin í ráðgevingini?
Málini, talan er um, eru fyrst og fremst oljumálið og bygnaðurin í landsumsitingini. Harnæst er talan um Framtaksgrunnin og Fíggingargrunnin frá 1992, sum enn eru mannaðir við donskum nevndarlimum. Leikluturin hjá hesum seinnu er tó so lítil nú, at ongin orsøk er til at brúka tíð og kreftir uppá tað.
Okkum nýtist ikki at mála hin versta á veggin. Okkum nýtist heldur ikki at ákæra nakran.
Okkum nýtist heldur ikki at tengja oljumálið og málið um bygnaðin í landsumsitingini saman.
Men vit hava ábyrgd av okkara egna landi!
Vit hava ábyrgd av oljumálinum.
Soleiðis sum danska embætisverkið hevur roynt styrkina hjá føroyska embætisverkinum, so er tað ábyrgdarleyst ikki at síggja tann møguleikan, at Føroyabólkurin hevur sett Trojanskar hestar í onnur mál enn bankamálið.
Tað er ábyrgdarleyst ikki at síggja tann møguleikan, at Føroyabólkurin hevur sett ein Trojanskan hest til at skipa umsitingina í Tinganesi soleiðis, at hon við garanti ikki virkar, meðan tær týdningarmiklu avgerðirnar verða tiknar í oljumálinum (t.e. tey næstu 3?5 árini).
Tað er ábyrgdarleyst ikki at síggja tann møguleikan, at Føroyabólkurin hevur sett ein Trojanskan hest í oljuráðleggingarnevndina til tess at tryggja lógargrundarlag fyri donsku áhugamálunum á oljuøkinum.
Spurningurin er ikki, um tað er so ella ikki.
Spurningurin er, um tað var rættast at taka alt oljumálið og alt bygnaðarmálið upp aftur við reint føroyskum kreftum? Sí eisini pkt. 3.
Ad 3. Hvussu við okkara egnu, sum hava havt ein medvirkandi leiklut í Føroyamálinum?
Her hugsi eg sjálvsagt serliga um tey, sum høvdu og hava ábyrgdina av ráðgevingini til føroysku politikararnar.
Men eg hugsi eisini um tey, sum fyri egnan vinning hava verið við í teim loysnum, sum danska embætisverkið hevur fyriskipað.
Tað hevur ikki verið siðvenja í Føroyum at útihýsa fólki, sum er komið sær uppí okkurt, sum tey helst ikki rættuliga sóu fylgjurnar av. Hesa siðvenju havi eg lítlan hug til at broyta.
Hinvegin eri eg ikki serliga tryggur um so er at tey, sum veita okkara fólkavaldu ráð, ikki hava skil á sínum nervum undir truplum viðurskiftum.
Eg kenni meg heldur ikki serliga tryggan um so er at ein týðandi partur av teimum, sum taka avgerðir, eru sett við eini høvuðskvalifikatión í huga: at vera hentir idiotar.
Men hesin spurningurin er so eymur, so viðkvæmur og tíbetur so óføroyskur, at sjálvt tað, at eg seti hann, gevur helst mongum tronga í bróstið.
Nú er spurningurin so settur!
Gleðilig jól!