Færri føroyingar til arbeiðis

Í dag eru 2000 føroyingar færri til arbeiðis enn tað vóru í 2007


Tað á løntakarum í Føroyum er lækkandi.

 

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í fjør vóru 23.636 løntakarar í Føroyum.

 

Hetta eru 44 færri enn í 2012, tað svarar til eina afturgongd á 0,2 prosent. 


 

Taka vit tey tíggju árini frá 2004 til 2013 hava hesi fýra seinastu árini verið tey lakastu og í 2011 komu vit á  botn.

 

Frá 2012 til 2013 var at kalla ongin broyting, og framvegis eru tað yvir 2.000 færri løntakarar enn tað vór tað besta árið, sum var 2007.

 

Hagstovan vísir á, at í 2011 var stór afturgongd, men hon varð partvíst vunnin innaftur í 2012.

 

Hinvegin var aftur stór minking í 2013 og í fjør vóru 133 færri løntakarar enn í 2012.

 

Í fiski-, ali- og aðrari ráevnisvinnu er gongdin óstøðug. Í 2011 var stór afturgongd, men hon varð partvíst vunnin innaftur í 2012, men í 2013 var aftur minking, og tá vóru 133 færri løntakarar afturímóti í 2012.

 

Tilsaman vóru tað 3.876 løntakarar í fiski- og alivinnuni.


 

Í byggivinnuni vendi gongdin í 2013 og tað fyri fyrstu í seks ár, at framgongd var at síggja.

 

Í byggivinnuni vóru 3.006 løntakarar í 2013, og tað eru 96 fleiri enn árið fyri.

 

Frá 2007 til 2013 fóru umleið 950 løntakarar úr byggivinnuni.


 

Í fjør var annað árið á rað, at privatu tænastuvinnurnar høvdu framgongd.

 

Í 2013 vóru 7.996 løntakarar í privatu tænastuvinnuni og tað eru 149 ella 1,9 prosent fleiri enn árið fyri. 



 

Seinnu árini hava tað verið einir 8.800 løntakarar í almennum tænastuvinnum, men í 2012 var tað heilt uppi á 8.914, og nú í 2013 fall tað niður á 8.758.

 

Minkingin er 156 løntakarar ella 1,8 prosent.

 

Tað var afturgongd í flestu sýslum í 2013, undantikið Norðoya sýslu, har ein lítil framgongd var og í Streymoyar sýslu, har tað vóru 97 løntakarar fleiri enn í 2012. 


 

Størsta afturgongd í tali var í Eysturoyar sýslu, har tað minkaði 72 løntakarar.

 

Størsta afturgongdin í prosentum var í Sandoyar sýslu, har afturgongdin var 4,7 prosent.

 

Tá sæð verður burtur frá teimum smærri vinnugreinunum, har tað gongur skjótt hvønn vegin, var størsta framgongdin í fjør at finna í skipasmiðjum og líknandi vinnum.

 

Í 2013 arbeiddu 578 fólk í smiðjunum, og tað vóru 55 fleiri enn árið fyri, ein framgongd á meir enn 10 prosent.

 

Størsta framgongd í tali var í stóru vinnugreinini handil og umvæling, har tað vóru 3.032 løntakarar í 2013, 152 fleiri enn árið fyri og ein framgongd á 5,3 prosent.

 

Størsta afturgongdin í fjør var í fiskavøruídnaðinum. Tað vóru 1.240 løntakarar  har í 2013, og tað er 139 færri enn undanfarna ár, ein afturgongd á 10,1 prosent.

 

Størsta afturgongd í tali var í heilsu- og almannaverkinum. Í 2013 vóru tey 3.404 í starvi har, og tað var 174 færri enn árið fyri.