Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina átalar, at norðurlendskir biskupar, sum alment hava góðtikið samkynt paralag, eftir ætlan skulu prædika í kirkjum okkara 2. hvítusunnudag í ár.
Høvuðsstýrið er, grundað á Bíbliuna, sannf.rt um, at hjúnalag millum mann og konu er hin einasti rætti og besti samlívshátturin. Samkynd paralgø eru ímóti Skriftini og hjúnalagnum.
Í nøkrum norðurlendskum londum er stór ósemja innan kirkjuveggja um samkynd paraløg, og hvørt tey skulu fáa kirkjuliga signing ella ikki. Í finsku kirkjuni og íslendsku kirkjuni er spurningurin til umrøðu. Í norsku kirkjuni eru biskuparnir í tvíningum, har meirilutin - teirra millum Øystein Larsen - er ímóti samkyndum paralag. Svenska kirkjan hevur við biskupum sínum longu gjørt forbønarritual fyri samkynd, og danska kirkjan hevur við biskupum sínum - undantikið okkara egna - hin 28. oktober 1997 givið loyvi til dugstænastu ella andakt at boða frá (markera) samkyndum paralag.
Høvuðsstýri fegnast á ein serstakan hátt í ár saman við kirkju okkara og øðrum samkomum, at Harri okkara, Jesus Kristus, lat seg føða og varð boðaður fólki okkara, men vit harmast, tá ið orð hansara ikki verður virt og hildið.
Nesvík hin 29 apríl 2000
Vegna Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina
Hilmar Danilesen, formaður
Tom Skaale, aðalskrivari