Fáir eru farnir ríkir í grøvina

- Vit trolaramenn ætla ikki at lata okkum selja á uppboði uttan mótmæli, siga fiskimenn í jólaheilsan úr Barentshavinum.

Selur Hoydal lívsgrundarlagið undan okkum? Tað ljóðar, at lívsgrundarlagið hjá okkum, sum fiska í Barentshavinum, nú skal undir hamaran hjá Hoydal.

 

Soleiðis siga manningarnar á føroysku trolarunum, sum fiska í Barentshavinum, Ennibergi, Akrabergi, Sjúrðarberg og Gadusi.

 

Teir, sum hava sent eina sonevnda "jólaheilsan" til miðlarnar í dag, vísa á, at ungu fiskimenninir umborð á flakatrolarunum í dag eru triðja ættarlið, sum hava siglt, fiskað, hagreitt og røkt føroysku toskakvotuna eystanfyri, síðan Føroyar fingu sáttmála við Sovjet og Noreg fyri skjótt 40 árum síðan.

 

- Føroyskir saltfiska- og flakatrolarar hava hvørt ár givið minst tveimum manningum arbeiði og ársinntøku. Tað svarar til 150-200 arbeiðpláss á føroyskum kjøli í Barentshavinum.

 

Teir siga, at fyri at fáa raksturin hjá trolarum, manningum og útgerðarfeløgum at venda rætt á botnlinjuni, hava manningarnar eisini treiskast í Irmingarhavinum, við Grønland og enntá onkuntíð á Flemish Kap eftir kongafiski, svartkalva og toski.

 

- Sum við øllum fiskiskapi hevur gingið upp og niður. Mangir vilja mynstra, tá tað gongst væl og færri, tá fiskiskapurin er lakur.

 

Manningarnar siga, at alt tos um, at ungir menn ikki sleppa at royna seg - ella ikki sleppa fram at í fiskivinnuni - er ósatt og ein politisk roynd at sáa illvilja móti fiskivinnuni.

 

- Skiftandi fiskaprísir ávirka eisini hýrur og rakstrarúrslit upp og niður. Fiskimenn hava altíð tikið tað súra við tí søta. Tað sama gera útgerðarmenn. Mangir teirra hava verið øvundaðir, tá tað gekst teimum væl, men fáir teirra eru farnir ríkir í grøvina.

 

Í jólaheilsuni úr Barentshavinum verður spurt, hví fiskimenn og fólk í alivinnuni skulu verða offur fyri politiskari øvund og trongd eftir at taka pening úr vinnuni úti um landið til almennar lønir, tænastur og atkvøðukeyp til løgtingssessir?

 

Teir spyrja eisini, hvat fiskimenn hava gjørt til at verða revsaðir og seldir á uppboði?

 

- Ólíka lættari er hjá teimum føroyingum, sum arbeiða fast við tryggari løn, serliga hjá tí almenna. Har er heitt, turt og ljóst til arbeiðis og hugnaligt heima hjá konu og børnum hvørja nátt. Tað unna vit teimum alment starvssettu væl.

 

Fiskimenninir spyrja, hví tey politiskt vælbjargaðu í almenna geiranum ikki eisini unna fiskimonnum eitt gott lív fyri teirra arbeiði? Og hevði goragangurin ikki hoyrst heilt upp í Barentshavið, um 15 prosent av almennum arbeiðsplássum fóru undir hamaran hjá Høgna, Aksel og Poul?

 

- Føroyska kvotan í norskum og russiskum sjógvi hevur hesi skjótt 40 árini umboðað 5-10 prosent av samlaða útflutningsvirði Føroya, sum í dagsprísum svarar til einar 200-400 miljónir krónur í útflutningsvirði. Haraftrat gjalda manningarnar eystan fyri 10-tals miljónir krónur í lands-og kommunuskatti hvørt ár.

 

Teir leggja aftrat, at hetta ljóðar kanska ikki so nógv í oyrunum á teimum alment tryggjaðu uppi á landi, sum fáa skatt í løn.

 

- Tey, sum ikki tola at síggja landsins vinnulív ganga væl, skapa nógv avkast, virði og vælferð til øll í samfelagnum, mugu vera sjúk av øvund. Tey bera seg at sum tann, ið brennir innbúgv og veggir fyri at halda húsini heit.

 

Fiskimenninir vísa eisini á, at einki annað land á okkara leiðum brúkar uppboðssølu av fiskakvotum til at máa grundarlagið undan sínari fiskivinnu. Rusland og Estland hava roynt hetta eitt stutt tíðarskeið, men góvust skjótt við tí.

 

- Nei, vit trolaramenn, okkara skip og reiðarí eru nú offur fyri landsstýrisins ørvitis- og øvundarpolitikki, men vit ætla ikki at lata okkum selja á uppboði uttan mótmæli, siga teir m.a. í jólaheilsanini úr Barentshavinum.