Fakfeløgini skulu halda fingrarnar langt vekk frá politikki.
Tað heldur Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum.
Á fólkafundinum í Klaksvík um vikuskiftið varð spurningurin um sambandið ímillum fakfeløg og politiskar flokkar, til viðgerðar.
Á tí fundinum var formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum mest sum í sjálvdrátti við sínum sjónarmiðjum.
Og hann er sannførdur um, at fakfelagsarbeiðið og politikkur hoyrir ikki saman.
Tí vildi Skipara- og navigatørfelagið ikki vera við í mótmælisgonguni fyri stuttum ímóti politisku framferðini i sambandi við ætlanina at gera Eysturoyartunnilin.
- Tað hevði verið heilt við síðurnar av, tí Innlendismálaráðið er ikki okkara arbeiðsgevari.
Hann vísir á, at er nakað skeivt farið fram, hava vit hava stovnar og fyriskipanir at viðgera slík mál og vit eiga at líta teimum tað til, at taka tær røttu avgerðirnar.
- Vit skulu vera ógvuliga varin at taka málini úr hondunum á teimum, sum eru sett til at loysa tey, sigur Eyðstein Djurhuus.
Týðiligt
Hann heldur, at tá ið fakfeløg eru so íðin at blanda seg upp í politikk, er talan um eitt fyribrigdi, sum á donskum kallast ”overspringshandlinger”.
Í hesum sambandi heldur hann, at tá ið leiðslurnar í fakfeløgum kanska ikki megna sína uppgávu til fulnar vi samráðingarborðið, kasta tey seg yvir øll onnur mál, sum einki hava við fakfelagsarbeiði at gera, sigur hann.
Hann heldur, at tað er týðligt í hesum føri.
Hann heldur eisini hjá viðhvørt tykist støðan eitt sindur undarlig, tá ið tosa verður um at ávirka politiska arbeiðið
- Tá ið ein vinnufyritøka roynir at ávirka politikarar ígjøgnum lobbyismu, verður tað kallað korruptión. Tá ið fakfeløg gera tað, er tað víðkað fólkaræði, staðfesti hann turrisliga
Sjálvur leggur hann dent á, at skipara- og Navigatørfelagið leggur seg ikki út í politikk,
Men hann ásannar kortini, at okkurt undantak er og tað er tá ið lógin um vinnuligan fiskiskap er til viðgerðar.
- Tað eru viðurskifti, sum beinleiðis ávirka vinnumøguleikarnar hjá okkara limum so tað hava vit sjálvandi eina meining um, sigur hann.
Tá ið fakfeløg kanska ikki megna sína uppgávu við samráðingarborðið, kasta tey seg yvir øll onnur mál, sum einki hava við fakfelagsarbeiði at gera, sigur Eyðstein Djurhuus
SITAT
Tá ið ein vinnufyritøka roynir at ávirka politikarar ígjøgnum lobbyismu, verður tað kallað korruptión. Tá ið fakfeløg gera tað, er tað víðkað fólkaræði