Fakmaðurin gjørdist fíggjarmálaráðharri

Siðiligur skóti, bersøgin búskaparfrøðingur og sannførdur sambandsmaður. Magni Laksáfoss er ein persónur við nógvum áhugamálum og hevur eftir bert stuttari tíð í sessinum sum fíggjarmálaráðharri skapt kjak, um vit í góðum tíðum skulu raðfesta gransking hægri enn undirsjóvartunnil til Sandoynna. Sosialurin hevur hitt Magna Laksáfoss til eitt prát um Hvítubók, fyrimunin við at stilla upp í Havn, hví Føroyar skulu verða eitt valdømi og um tey ymsu sløgini av sambandsfólki

SAMRØÐA

MYNDIR: Sunva Lassen


Á Fróðskaparsetrinum skemta tey við, at hann fór út at keypa kakur til kaffi, men kom ongantíð aftur.

Skotbráið, tú fært at taka av einum landsstýrissessi, kann vera stutt. Tað var tað eisini hjá Magna Laksáfoss, sum fyri ikki so langari tíð síðani segði ja til at gerast fíggjarmálaráðharri, eftir at hann fekk eina løtu at umráða seg í saman við sínum nærmastu.

Sum búskaparfrøðingur og limur í búskaparráðnum kom tað meira enn so fyri, at hann tordi siga sína hugsan, hóast hann endaði í minniluta. Og eftir at hava verið landsstýrismaður í heilt stutta tíð er hann longu komin í andglettin, eftir at hann segði, at tað er best fyri fíggjarlógina, um vit bíða nøkur ár við at gera tunnil undir Skopunarfirði.

Herfyri slapp hann nevniliga rættiliga at royna seg í Degi og viku, eftir at tingfólk og borgarar í Sandoynni gjørdu vart við sína ónøgd við, at tey ongan tunnil skuldu fáa á hesum sinni. Magni Laksáfoss leyp tí ikki framav, men siðiliga og ópolemiskur grundgav hann fyri sínum sjónarmiðum, meðan hann heldur fór eftir bóltinum enn manninum.

Men hevur tú altíð verið so siðiligur?

- Ja, tað eri eg nokk ikki tann rætti at spyrja um, sigur Magni Laksáfoss við einum brosi, og hyggur yvir á konuna, Bodil, sum tó gevur manninum rætt í, at tað skal nógv til at fáa hann óðan.



Akademikarin tolir atfinningar


- Eg havi kanska ikki verið nóg leingi í politikki til tað, sigur tann nýggi fíggjarmálaráðharrin skemtiliga, tá vit tosa um at halda seg til málið og ikki langa út eftir persónum.

Í løtuni heldur hann summarfrí í heima í húsunum í Streymnesi, men hann hevur tó sett seinnapartin av til eitt prát við Sosialin.

Magni Laksáfoss er tó skjótur at finna álvaran aftur og heldur, at tað man vera tann akademiska venjingin, sum ger, at hann kann sita róligur í einum sjónvarpsstudio og púra kaldur halda seg til sakina, hóast atfinningarnar regna oman yvir hann.

Hann heldur ikki, at tey, sum hava kritiserað hansara sjónarmið, hava víst á nakað argument fyri at gera ein Sandoyartunnil júst nú, og sum búskaparfrøðingur veit Magni, at kritikkur ikki altíð er persónligur, men ofta er vendur móti sakini heldur enn einum sjálvum.

Spurdur, um hann sum sambandsmaður kann loyva sær at útseta ein sandoyartunnil, av tí at tað næstan ikki kemur fyri, at Sambandsflokkurin fær umboð valt í oynni, sigur Magni við einum smíli, sum undirstrikar, at hann enn kanska er meira búskaparfrøðingur enn politikari:

- Eg hugsi ikki í hasum banunum. Til næsta val skal eg nokk hugsa soleiðis.


Lak millum teori og praksis


Sjálvur heldur Magni, at tað næstan var av tilvild, at hann fór at lesa búskaparfrøði. Familjan hevði lýsingarfyritøku, og lítillátin fortelur hann, at foreldrini og tey trý systkini hava listagávur og duga at tekna og mála, meðan hann dugdi at fáast við tøl.

Tá hann í 1990 søkti inn á universitetið í Keypmannahavn, setti hann kross við økonomi. Tá hann helt hann hetta vera virkisbúskap, men seinni fann hann útav, at tað snúði seg um tjóðarbúskap.

Hann var tó ov treiskur til at gevast, og í 1997 byrjaði so stríðið um spesialið, greiðir hann frá. Tá høvdu Magni og Bodil bæði fingið eina dóttur og gift seg, so hann hevði ein steðg í lesnaðinum eina tíð, til hann læt serritið inn í mars 1998 og gjørdist cand.polit.

Í lestrartíðini hevði hann mest lært um teir stóru búskapirnar hjá Bretlandi, Týsklandi og øðrum stórum londum. Men tá Magni skrivaði spesiali um føroyskan búskap, fann hann útav, at tað viðhvørt lak millum teori og praksis. Ástøðini um teir stóru búskapirnar hóskaðu ikki til smálandabúskapir sum tann føroyska, og hóast bøkur vóru skrivaðir um økonomiir hjá smátjóðum, var hetta nakað heilt nýtt fyri hann.


Sjálvberandi búskap heldur enn blokkniðurskurð


Eftir lokna útbúgving royndi Magni eitt sindur av hvørjum innan sítt fak. Hann starvaðist á Hagstovuni og var við til at skriva Hvítubók. Harafturat var hann í Grønlandi í tvey ár og arbeiddi fyri ta sonevndu sjálvstýrisnevndina.

Spurdur, um tað ikki kann tykjast sum lagnunnar speisemi, at ein sambandsmaður hevur røkt hesi størv, sigur Magni, at tað var stórur munur á hesum uppgávunum.

- Hvítabók snúði seg bara um blokkniðurskurð, sigur Magni, ið metir, at arbeiðssetningurin hjá grønlendsku sjálvstýrisnevndini var munandi meira konstruktivur.

- Hann snúði seg, um hvussu vit gera ein sjálvstøðugan búskap, og tað er ein stórur munur.

Her slær Magni rimmarfast, at hann gongur inn fyri hesum seinna arbeiðssetninginum, ið m.a. snýr seg um, hvørjar sektorar skulu útbyggjast og satsast uppá.

- Einki kemur av sær sjálvum. Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, men spurningurin er, hvar hon spinnur, sigur Magni og sipar til, at fólk kunnu flyta av landinum, um onki virksemi er, og tí metir hann ikki, at inntøkur koma av sær sjálvur, um blokkurin verður niðurskorin. Tí er neyðugt fyrst at skapa vøkstur og gera búskapin sjálvberandi, metir hann.



Rokast heldur við rabarbur enn ritgerð


Magni sigur, at hann hevur lært nógv av sínum arbeiðum í Grønlandi og við at skriva Hvítubók, og kallar hann hetta eisini at ríva seg leysan frá lærubókunum, sum ikki altíð er so lætt. Búskapirnir hjá smátjóðum og størri londum eru sum nevnt ymiskir, og hetta fór Magni seinni at fáast enn meira við, tá hann byrjaði at skriva Ph.D.-ritgerð um føroyskan búskap.

Nú hann bleiv landsstýrismaður hevði hann bert fáar mánaðir eftir av hesum arbeiði.

- Eg kann kanska náa at gera hetta í summarferiuni, tí sjálvt granskingararbeiðið er liðugt. Men tað er nokk meira realistiskt, at eg fari at arbeiða í havanum, sigur Magni, sum gongur høgt upp í at fríðka økið rundan um húsini. Sjálvur rokast hann bæði við rabarbur, jarðber, røtur og nógv annað grønmeti umframt at hann hevur laðað nógv grót uttan fyri í túninum. Hetta er gott fyri bæði kropp og sál, heldur Magni.



Ymisk sløg av sambandsfólki



Magni sigur seg hava verið sambandsmann í nógv ár. Men hann heldur, at tað eru fleiri sløg av sambandsfólki.

- Summi halda, at blokkurin er tað, sum hevur týdning. So er tað eitt annað slag av sambandsfólki, sum heldur felagsskapin vera tað týdningarmikla, t.d. felagsskap við Danmark ella ES, og síggja ikki blokkin sum nakað endamál í sær sjálvum uttan at vera við til at hækka livistøðið og tryggja eitt meiri støðugt inntøkugrundarlag.

Magni sigur seg sjálvan hoyra til hendan seinna bólkin, sum hann eisini metir, at flestu sambandsfólk gera. Hann minnir eisini á, at í flestu flokkum finnast ymiskir veingir.

Seinastu tíðina hevur viðhvørt verið róð framundir, at búskaparliga kunnu líkleikar hómast millum Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin og at møguleiki tí er fyri, at hesir báðir flokkarnir fara at kasta saman í samgongu eftir næsta val.

Fíggjarmálaráðharrin letst tó ikki at kennast við hesar líkleikar.

- Tað munnu vera gerðirnar hjá Sambandsflokkinum og orðini hjá Tjóðveldisflokkinum.

- Eg veit ikki hvørjum kassa, Karsten (Hansen, blðm.) sat á, tey árini hann var fíggjarmálaráðharri, sigur Magni Laksáfoss, og finst at fjølmiðlunum, fyri at hava latið Karsten Hansen sleppa av stað við eini mynd, sum ein fíggjarmálaráðharri, ið ansaði væl eftir pengunum, tí sambært Magna vórðu ómetaliga nógvir pengar brúktir undir fullveldislandsstýrinum.

Hann vísir m.a. á, at ofta hava t.d. íløgur verið bólkaðar sum rakstur.

- Men er t.d. umvæling rakstur ella íløga, spyr Magni, sum eisini ávarar ímóti, at vit kunnu enda aftur í 80’unum, nú partafeløg hefta fyri skuld eins og grunnar áður hava gjørt.

- Tað ber ikki til at gera íløgur uttan um fíggjarlógina, ávarar Magni, tí tað forðar fyri gjøgnumskygni.


Skattalættin fyri tey ríku


Magni Laksáfoss metir, at stýringin av búskapinum til tíðir hevur verið rættiliga ábyrgdarleys seinastu árini eftir ta stóru búskaparkreppuna í 90’unum. Hann vil tó ikki geva nøkrum ávísum skuldina. Heldur ikki undangongumanninum, Bárði Nielsen, men sipar til, at eingin hevði roknað við t.d. nýggjum sløgum av lánum. Í sama viðfangi minnir Magni á, at búskapurin er alt ov heitur í løtuni.

- Tú finnur ongan búskaparfrøðing, sum ikki er samdur við mær í hesum, sigur Magni, og nevnir m.a. at øll íløguprosjekt eru 30-40 prosent ov dýr. Ein loysn kundi verið at fingið útlendska arbeiðsmegi hendanvegin, men hetta er ikki sjálv loysnin sambært Magna Laksáfoss, tí hetta hjálpir einans upp á trongda arbeiðsmarknaðin og ikki uppá yvirupphitingina í búskapinum.

Magni svarar játtandi, tá hann verður spurdur, um hann hevur fingið íblástur frá tí kenda búskaparfrøðingunum Keynes, ið m.a. mælti til at tað almenna brúkti síni amboð til at stýra fíggjarpolitikkinum. Tvs. at tað almenna kann seta virksemi í gongd í ringum tíðum, eins og Magni m.a. hevur mælt til at gera við Sandoyartunnilin.

Magni minnir á, at meðan slík fíggjarstýring ofta virkar stutt í stórum búskapum, virkar hon sokallað keynesiansk fíggjarstýring langt fram í tíðina í Føroyum, og tað ger, at fíggjarmálaráðharrin skal vera eyka nærlagdur.

Magni nevnir m.a. íløgurnar í útbyggingina av flogvøllinum, miðnámsskúlan í Hovi, Fiskivinnuskúlan, Skúladepil í Marknagili, Skálafjaraðartunnilin umframt tær 500 milliónirnar, ið kommunurnar koma at brúka um árið, sum dømi um, at búskapurin er heitur í løtuni, og at vit tí eiga at ansa eftir. Harafturat hava Føroyar hvørki møguleika at reka valuta- ella pengapolitikk, og tí verður fíggjarpolitikkurin so týdningarmikil.

Hann greiðir frá, at fyrr var lættari at stýra fíggjarpolitikkinum, av tí at parturin hjá landskassanum var so stórur. Í dag eiga kommunurnar tó ein nógv størri part. Magni Laksáfoss metir tá, at besti hátrurin at loysa hetta er, at gera sjalvbodnar avtalur við kommunurnar, tí somikið sigur hann seg trúgva upp á fólkaræðið.

Magni var eisini við til at “designa” skattalættan hjá samgonguni, sum hann tekur til, men hann endaði við at vera ímóti lættanum. Ikki tí, at Magni er ímóti skattalætta, men tí at hann metti, at skjótu broytingarnar undir samgongusamráðingunum høvdu við sær, at lættin bert bleiv fyri tey ríku, og tí var sosialt órættvísur, sum hann málber seg.



Vil á listan í Suðurstreymoy


Men hvussu er tað at vera serfrøðingur í sínum málsøki?

- Tað er neyðugt í Føroyum, sigur fíggjarmálaráðharrin og vísir á, hvussu tað er nógva aðrastaðni.

- Í Føroyum hava avgerðirnar ofta verið tengdar at embætisfólki. Men tað er neyðugt, at landsstýrismenn hava fakliga vitan ella duga at søkja sær hana. Uppgávan hjá embætisfólki er ikki at føra politikk, men at hjálpa politikarunum, og tað duga teir væl. Politikarin skal dagliga taka nógvar avgerðir, og hevur hann ikki hesar fakligu førlkeirnar, stendur hann veikt.

Magni Laksáfoss hevur tvær reisur stillað upp til løgtingsval í Norðoyggjum, tó uttan at vera valdur. Ætlar tú at stilla uppaftur?

- Ja, í Suðurstreymoy, um lokalfelagið vil hava meg upp á listan.

Hví?

- Tað er eitt øki, har tað er møguleiki at styrkja Sambandsflokkin, tí tíverri vera hvørki Lisbeth L. Petersen ella Heðin Mortensen á listanum næstu ferð.

Ert tú fyri einum valdømi?

- Ja, avgjørt. Føroyar eru ikki nóg stórar til at føra lokalpolitikk bæði í kommunum og í Tinginum. Vit eiga at føra lokalpolitikkin í kommununum og landspolitikkin í løgtinginum.



-- -- -- -- --





-- -- -- -- -- -- -- -- --



Meira pengar til gransking


Tann nýggi fíggjarmálaráðharrin er heitur talsmaður fyri at brúka pengar upp á fólkaskúlan og gransking, tí eftir at vit hava verið bónda- og fiskivinnusamfelag, skulu inntøkur í framtíðini koma frá tænastum.

- Hvaðani, vita vit ikki, og fólk vilja ikki satsa, tí hetta er eitt sindur diffust, men hetta er neyðugt fyri at lyfta okkum upp, sigur Magni um gransking. Hann heldur, at t.d. kundi ríkisveitingin verið brúkt til hetta, tí skapa vit nýggjar inntøkur gjøgnum granskingina kundi ríkisveitingin kanska dottið burtur.

Ert tú ávirkaður av Pisa-kanningini?

- Ja, sjálvandi eri eg tað.

- Men lat okkum líka “klappa hestinum”. Eg havi arbeitt so mikið leingi við hagtølum, at eg veit, at tað vánaliga úrslitið eisini kann vera komið av, at næmingarnir keddu seg og vildu hava tíðliga frí hendan dagin.

Fíggjarmálaráðharrin vildi tó fegin givið fólkaskúlanum meira pengar, men sigur, at hetta er upp til eina samgonguna at avgera. Men hann minnir á, at hann við sínum útsagnum um t.d. Sandoyartunnilin vildi seta spurnartekn við, hvat vit veruliga ysnkja at brúka pengar til.


-- -- -- -- -- -- -- -- -- -- --


Noyddist at gevast sum skóti




Magni Laksáfoss er 37 ára gamal. Uppvaksin í Klaksvík. Býr í Streymnesi, Høvuðsítriv hansara er at fáast við urtagarðin, at ganga á fjøllunum, og at vera skótaleiðari. Hann og konan, Bodil, hava bæði verið virkin í skótarørsluni, har tey møttust á Kambsdali sum ávikavist 18 og 17 ára gomul. Tey eiga tvær døtur.

Sum landsstýrismaður hevur Magni tó verið noyddur at gevast sum skótaleiðari hjá skótaliðnum Borgini í Hvalvík. Hevði hann ikki tikið av landsstýrissessinum er hann vísur í, at hann hevði verið staddur í London um nakrar dagar, har fleiri túsund skótar úr øllum heiminum savnast á Jamboree.