Skiftið hjá brasilska Philippe Coutinho úr Liverpool til FC Barcelona er triðstørsti spælarahandil í søguni.
Her eru dýrastu handlar í fótbóltssøguni:
1. Neymar úr FC Barcelona til Paris Saint-Germain (2017), 222 milliónir evrur (umleið 1,65 milliardir krónur).
2. Kylian Mbappe úr AS Monaco til Paris St-Germain (2017), 180 milliónir evrur (umleið 1,35 milliardir krónur).
3. Philippe Coutinho úr Liverpool til FC Barcelona (2018), 160 milliónir evrur (umleið 1,2 milliardir krónur).
4. Paul Pogba úr Juventus til Manchester United (2016), 105 milliónir evrur (umleið 781 milliónir krónur).
5. Gareth Bale úr Tottenham til Real Madrid (2013), 100,8 milliónir evrur (umleið 749 milliónir krónur).
6. Cristiano Ronaldo úr Manchester United til Real Madrid (2009), 94 milliónir evrur (umleið 699 milliónir krónur).
7. Gonzalo Higuain úr Napoli til Juventus (2016), 90 milliónir evrur (umleið 669 milliónir krónur).
8. Neymar úr Santos til FC Barcelona (2013), 88,2 milliónir evrur (umleið 656 milliónir krónur).
9. Romelu Lukaku úr Everton til Manchester United (2017), 85 milliónir evrur (umleið 632 milliónir krónur).
10. Luis Suarez úr Liverpool til FC Barcelona (2014), 82,3 milliónir evrur (umleið 612 milliónir krónur).
Kilde: AFP/ritzau/