Krøv Føroya Lærarafelags.
Niðanfyristandandi hoyrir við til ta generellu lønarhækkingina
Generell lønarhækking 6,5%
Ískoytiseftirløn til allar eftirløntar limir felagsins.
Nakrar umflokkingar, sum ikki komu við í seinastu semju.
Dagføring av ferðaendurgjaldi hjá lærugreinaráðgevum o.ø.
Reglugerð fyri nýggja álitisfólkaskipa sambært nýggju fólkaskúlalógina.
Nýggj semja um arbeiðs- og lønarviðurskiftir hjá limum felagsins á Sernámsdeplinum skal staðfestast.
Viðmerkingar til setanarsáttmálan frá 1998 skulu staðfestast
Næmingatalið í øllum flokkum í fólkaskúlanum skal ikki fara upp um 24.
Av tí at niðanfyristandandi er nýtt arbeiði, sum er álagt lærarum við lóg, krevur Føroya Lærarafelag, at hetta skal haldast uttan fyri ta generellu lønarhækkingina.
Í punkt 5 í semju millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið frá 31. okt. 1999 stendur, at samráðingarnar skulu verða um broyttar og meira álagdar uppgávur sambært nýggju fólkaskúlalógini. Hetta eru okkara krøv.
Víst verður til tær greinirnar í nýggju fólkaskúlalógini, sum áleggja lærarum økta arbeiði.
1.Tíð til felags ráðlegging, felags fyrireikina og felags eftirmeting sambært § 14.
2.Tímaniðurskurð fyri økta umsiting og leiðslu sambært § 21 og § 55
3.Tímaniðurskurður fyri økta flokslæraraarbeiði sambært § 21
4.Dagføring av tímanýtslu í námsfrøðiliga tænastudeplinum/skúlabókasavninum sambært § 23
5.Skipan fyri skúlavegleiðarar
6.Skipan fyri telduvørar
7.Skipan fyri savnsrøkt og røkt av serstovum.
8.Eftirútbúgvingin av fólkaskúlalærarum eigur at víðkast.
Kelda: Føroya Lærarafelag