FAKTA: Ringastu hópdrápini í USA seinastu árini

Sagt verður frá fleiri deyðum í hópdrápi í Florida. Her er eitt yvirlit yvir ringastu hópskottilburðirnar seinastu árini.

Sagt verður frá fleiri deyðum í hópdrápi í Florida. Her er eitt yvirlit yvir ringastu hópskottilburðirnar seinastu árini.

Seinastu árini hava nógvir skottilburðir verið í USA.

Í dag eru fleiri fólk dripin í einum skottilburði undir eini e-ítróttarkapping í eini handilsmiðstøð í Jacksonville, upplýsir løgreglan á staðnum.

Enn sær ikki út til, at hetta verður eitt av teimum ringastu í amerikonsku søguni. Her er eitt yvirlit yvir nøkur av teimum seinastu hópdrápunum í USA:

* Februar 2018:

Tann 19 ára galmt Nikolas Cruz draper 17 næmingar og starvsfólk, tá hann við eini hálvautomatiskari riflu skjýtur ímóti Marjory Stoneman Douglas High School í Florida.

 

* 2017:

Ein 64 ára gamal maður skeyt 1. oktober ímóti fleiri túsund konsertluttakarum av sínum hotelkamari í Las Vegas. 58 fólk doyðu, og 546 vórðu særd, í álopinum. Illgerðarmaðurin beindi fyri sær sjálvum eftir álopið, sum er tað blóðugasta í nýggjari amerikankari tíð.

* 2016:

49 vórðu dripin, tá 29 ára gamli Omar Saddigui Mateen í juni fór at skjóta kring seg í Orlando-náttklubbanum Pulse í Florida, sum fyri tað mesta samkynd vitjaðu. Illgerðarmaðurin varð dripin, tá løgreglan kom á staðið at fría gíslar, hann hevði tikið.

* 2014:

20 ára gamli Adam Lanza skeyt í desember fyrst mammu sína, áðrenn hann drap 20 næmingar og lærarar á Sandy Hook Elementary School í Newtown í statinum Connecticut.

Keldur: CNN Library, Vox.com og AFP.

 

/ritzau/