Fleiri hópskottilburður hava verið í USA seinastu árini. Í gjár vóru 12 fólk myrd í einum skottilburði í einum almennum bygningi í statinum Virginia. Løgreglan skeyt og drap mistonkta illgerðarmannin.
Les her um nøkur av teimum álvasligastu skottilburðuni í USA:
• 2018:
November: Ian David Lon skjýtur og drepur 12 fólk á eini countrybar í Thousand Oaks í Kalifornia og drepur so seg sjálvan. Lon var amerikanskur krígsveteranur, sum hevði verið í Afghanistan.
Oktober: Robert Bowers er ákærdur fyri at hava skotið og myrt 11 fólk í eini synagogu í Pttsburgh, Pensylvania. Tað er ringast álop á jødarí USA nakrantíð.
Mai: Dimitrios Pagourtzis fer at skjóta á Santa Fe High School í Santa Fe í Texas. Tann 17 ára gamli drongur skýtur og drepur átta næmingar og tveir lærarar.
Februar: Tann 19 ára gamli Nikolas Cruz skjýtur og drepur 17 næmingar og starvsfólk, tá hann við eini hálvautomatiskari rifflu fer at skjóta á Marjory Stoneman Douglas Hig Scholl í Florida.
2017:
November: 25 persónar og eitt óføtt barn doyggja, og 20 onnur verða særd, tá Devin Patrick Kelly fer at skjóta ímóti eini kirkju í Sutherland Springs í Texas.
Illgerðarmaður verur síðani funnin deyður.
Oktober: Tann 64 ára gamli Stephen Paddock skjýtur ímóti fleiri túsúnd konsertluttakarum úr hotelkamari sínum í Las Vegas.
58 fólk doyggja og 546 onnur vera særd í álopinum. Illgerðarmaðurin ger sjálvmorð eftir álopið, sum er tað blóðugasta í nýggjari amerikanska tíð.
2016:
Juni: 49 fólk doygja, tá 29 ára gamli Omar Saddiaui Mateen skjýtur rundan um seg í Orlandi-náttklubbanum Pulse í Florida, sum serliga verður vitjaður av samkyndum.
Illgerðarmaðurin verður dripin, tá løgreglan kour á staðið at fáa gíslarnar leysar, sum hann hevur tikið.
2015:
Desember: Hjúnuni Syed Rizwan Farook og Tashfeen Malik fóru at skjóta ímóti eini samkomu av starvsfólkum á Inland Regional Center í býnum San Bernadino í Kalifornia. 14 fólk doyggja.
2012:
Desember: 20 ára gamli Adam Lanza skjýtur fyrst mammu sína, áðrenn hann drepur 20 næmingar og lærarar á Sandy Hook Elementari School í Newtown í Connecticut.
Tey flestu av teimum deyðu vóru næmingar millum seks og sjey ára gomul.
Keldur: CNN Library, Vox.com, AFP, AP og KDKA.
/ritzau/