Fríggjakvøldið og leygarkvøldið spælir okkara egni X Factor, Faktor 4, í Rex. Bólkurin er mannaður av nøkrum av Føroya mest royndu og bestu tónleikarum, sum hava funnið saman.
Oddamaðurin í bólkinum er Jens Marni Hansen, sum eftir øllum at døma er ein hin best umtókti sangarin í Føroyum.
Hann hevur í áravís framført fyri fólki og nú er hann vorðin sonn fólkaogn. Tá ið hann spældi við Showmonnum var hann ein av trimum oddamonnum, meðan hann nú endiliga stendur einsamallur á odda við sínum egna bólki.